Holgar og Niels við konsert

Dupultkonsert verður í Tøting fríggjakvøldið

Báðir hava teir hvør í sínum lagi verið við at mynda føroyska tónleikapallin í fleiri áratíggju, og fríggjakvøldið verður høvi at hoyra teir báðar á palli í Tøting.


Niels Midjord gav í summar út fløgu, har hann tulkar og útsetur løg eftir Leonard Cohen. Og fyri kortum gav Holgar Jacobsen út fløgu, sum kallast ”Kanska tú svav”.


Tað verður tónleikur og løg frá hesum báðum útgávunum, sum eru á skránni í Tøting í Syðrugøtu fríggjakvøldið klokkan níggju.