Holland fingið nýggjan landsliðsvenjara

Bert van Marwijk tekur við hollendska landsliðsvenjarastarvinum, eftir at Marco van Basten gevst eftir EM-endaspælið, sum verður leikt í ár.

55 ára gamli Bert van Marwijk, sum kemur úr venjarastarvinum hjá hollendska Feyenoord, hevur skrivað tvey ára sáttmála við hollendska fótbóltssambandið. Frá 2000 til 2004 var hann venjari hjá Feyenoord, og náddi eftir hetta ikki at venja týska Borussia Dortmund stórt meiri enn tvey kappingarár, áðrenn hann fekk sekkin, og aftur fekk venjarastarvið í Feyenoord. í 2002 megnaði hann at vinna UEFA Cup við Feyenoord.

Eitt nú Frank de Boer og Philip Cocu eru inni í myndini til at gerast hjálparvenjarar.