Holocaust-savnið ”Yad Vashem” er eitt savn, sum lýsir daprasta kapitulin í søguni hjá mannaættini. Talan er um eina ógvuliga sterka uppliving fyri ferðamannin, men eina neyðuga uppliving, um ein skal verða førur fyri at skilja støðuna hjá tí jødiska fólkinum.
”Yad Vashem” – Holocaust-savnið varð sett á stovn í Jerusalem í 1953, bert átta ár aftaná, at ræðuleikarnir í teimum nazistisku týningarlegunum vóru steðgaðir, og bert fimm ár aftaná, at staturin Ísrael varð settur á stovn. Tollaksmessudag í 2010 vitjaðu 27 føroyingar ”Yad Vashem” savnið á Herzl-fjallinum, sum er nevnt eftir Theodor Herzl. Theodor Herzl varð upprunin til zionismuna seinast í 19. øld, sum í seinasta enda førdi til, at staturin Ìsrael varð settur á stovn í 1948.
Væl skipað savn
”Yad Vashem” er eitt ógvuliga væl skipað savn, har ein er noyddur at verða nakrar tímar, fyri at fáa nakað gagn av savninum. Savnið er í ymiskum bygningum. Inni í minnishøllini brennur hin ævigi eldurin, og har finnast eisini nøvnini á teimum 22 nazistisku týningarlegunum. ”Hetjunarsúlan” er til minnis um teir jødarnar, sum bardust ímóti nasistunum undir seinna heimskríggið. Tað mest rørandi og skakandi er barnaminnishøllin, sum er til minnis um hálvaaðru miljónir jødisk børn, sum vóru týnd undir seinna heimskríggið. Meðan gingið verður gjøgnum barnaminnishøllina, verður lisið úr hátalaranum nøvn á børnum, hvussu gomul tey vóru, og hvørjum landi tey búðu í, tá tey vóru tikin av nazistunum. Uttanfyri barnaminnishøllina eru nakrir ójavnir stabbir, sum skulu ímynda tey ungu barnalívini, sum brádliga vóru kvett.
Fór við børnunum í deyðan
Janusz Korczak gøtan er til minnis um tann pólskt-jødiska læraran, Hendrik Goldschmidt, sum eisini bar pólska navnið Janusz Korczak. Hesin maðurin rak eitt barnaheim í ghetto´ini í Warsawa. 5. august í 1942 vóru øll tey 200 børnini send til týningarleguna, Trablinka. Janusz Korczak fylgdi børnunum í deyðan. Hann vildi ikki sleppa teimum. Ein ógvuliga hugtakandi og vøkur standmynd, har Janusz Korczak heldur um nøkur børn er eisini at finna á hesi serligu gøtuni.
Danskarar kunnu verða stoltir
Danmark hevur eina stóra stjørnu í Ìsrael, og danskarar kunnu eisini av røttum verða stoltir, tá teir ferðast í Ìsrael. Í ”Yad Vashem” er ein ”Rættvísisgøta”, har trø eru plantaði til minnis um ikki-jødar, sum hjálptu jødum undir krígnum. Danskarar eiga ikki færri enn trý trø í hesari serligari minnislundini. Einki land varð í námind at bjarga so nógvum jødiskum mannalívum, sum Danmark undir krígnum. Tað eydnaðist at fáa næstan allar heilskapaðar yvir til Svøríkis. Kristian 10. kongur møtti upp í sýnagoguni í Keypmannahavn fyri at vísa sín samhuga við jødunum. Danska mótstøðurørslan framdi eisini stór avrik fyri jødarnar. Tí eigur Danmark trý trø í hesari serligari minnislundini. Tað danska fólkið eigur eitt træ, danska mótstøðurørslan eigur eitt træ, og tað triðja træið er til minnis um Christian 10. kong, sum doyði bert tvey ár aftaná kríggið. Norska mótstøðurørslan eigur eitt træ, og svenskarin, Raoul Wallenberg, sum bjargaði túsindtals jødum við følskum svenskum passum í Budapest í Ungarn eigur eisini eitt træ í minnislundini. Eitt træ er eisini plantað til minnis um Oskar og Emilie Schindler, sum bjargaðu 1.200 jødiskum lívum.
Vreiði um nútíðar lygnarnar
Tað er skakandi hjá einum ferðamanni at ganga gjøgnum alt Holocaust-savnið í Jerusalem, men samstundis er tað pískandi neyðugt, um ein yvirhøvur skal kunna skilja støðuna hjá tí jødiska fólkinum, og hví tann jødiski staturin varð stovnaður. Og tað er ikki minni neyðugt nú ein kennir eina stóra vreiði um lygnarnir á okkara døgum, sum siga, at Holocaust ikki passar, og ”Bert er jødisk propaganda”. Kendi amerikanski generalurin, Dwight Eisenhower, sum seinni gjørdist amerikanskur forseti segði við síni filmslið, og sínar krígsfotografar við krígslok í 1945: - Taki film og taki myndir av øllum, sum tit síggja í teimum nazistisku týningarlegunum. Tí gera tit ikki tað, og dokumentera tit ikki hesar ræðuleikarnar, so kemur onkur idiot um 60 ár og sigur: - Alt er hetta er ein stór lygn. Dwight Eisenhower var gløggur í síni avgerð. Henda søgan má ikki sleppa at doyggja!