Ein uppboðssøla av Holocaust-lutum, sum skuldi vera í dag í týska býnum Neuss, er avlýst.
Hetta siga økisembætisfólk sambært tíðindastovuni dpa.
Eitt uppboðssøluhús í Vesturtýsklandi hevði fingið harða atfinningar fyri at bjóða lutir, sum hoyrdu til offur fyri Holocaust.
Í gjar vórðu umstríddu lutirnir tiknir av heimasíðuni hjá uppboðssøluhúsinum. Leiðarin á uppboðssøluhúsinum Felzmann váttaði fyri høgum embætisfólkum í statinum Nordrhein-Westfalen, at uppboðssølan er avlýst.
Bæði altjóða Auschwitz-nevndin IAC og týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, hava funnist at uppboðssøluni í hvøssum orðum.
- Nakað sovorðið er heilt einfalt óhóskandi, og tað skal vera greitt, at vit hava eina etiska skyldu mótvegis ofrunum at forða fyri hesum slagnum av tingum, segði Wadephul, sambært tíðindastovuni dpa.
Hann kallaði tað andstyggiligt, at fólk hava roynt at vinna pening á henda hátt.
Næstformaðurin í IAC kallaði ætlaðu uppboðssøluna kyniska og skammarleysa um vikuskiftið.
Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, takkaði týska starvsfelaga sínum á sosiala miðlinum X fyri, at uppboðssølan hóast alt ikki bleiv til nakað.
Millum ymsu lutirnar, sum skuldu fara undir hamaran í dag, eru nasistisk skjøl um eina tvingsilssterilisering, sum varð framd í týningarleguni í Dachau, skrivar Die Deutsche Welle.
Uppboðssølan fevnir eisini um samleikabrøv og pass hjá jødum, sum megnaðu at flýggja til Chile og Argentina undir seinna heimsbardaga.
Slitnar jødiskar stjørnur frá týningarleguni í Buchenwald skuldu eisini boðast út á uppboðssølu, eins og eitt armband við jødisku stjørnuni var, skrivar dpa.
Jødiska stjørnan var ein gul stjørna við áskriftini "Jude", sum varð brúkt av týsku nasistunum undir seinna heimsbardaga til at merkja og spotta jødar.
Milliónir av jødum vórðu dripnir undir Holocaust.
/Ritzau/











