Japanska verjumálaráðið hevur sent út jagaraflogfar eftir ti, tey halda vera ein illgrunasom kinesisk drona millum Yonaguni-oynna og Taiwan.
- Sum aftursvar varð jagaraflogfar hjá japansku verjuni aktiverað, skrivar verjumálaráðharrin í Japan, Sanae Takachi, á X, fyrrverandi Twitter.
Taiwan hevur lagt Kina undir "álvarsliga" at undirgrava friðin í økinum eftir eitt diplomatiskt stríð við Japan, veit tíðindastovan, AFP, at siga.
Í eina tíð hevur øktur spenningur verið í økinum kring Taiwan og japansku oyggjarnar vestanfyri japanska meginlandið.











