Christian Lamhauge Holst byrjaði inni og spældi allan dystin. Føroyski landsliðsleikarin hevði eisini ein rættiliga stóran kjans seint í seinna hálvleiki, tá støðan var javnleikur 1-1, men tað gjørdist ikki hann, sum skoraði sigursmálið.
Hesum stóð nýkosni danski landsliðsleikarin Rajko Lekic fyri, bert ein minutt fyri leiklok. Tað var annars AGF, sum legði seg á odda í tíðliga í dystinum. Nakað inn í seinna hálvleik eydnaðist tað Dennis Flinta at javna fyri Silkeborg.
Við sigrinum tvíheldur Silkeborg um fjórða plássið í deildini. Teir eru sjey stig frammanfyri AaB, sum tapti um vikuskiftið. Hinvegin eru einans tvey stig upp til Esbjerg á triðja plássinum.