Holst og Súni iðra seg um stólpaskot

Í gjárakvøldið hevði Christian Lamhauge Holst møguleikan at javna til 1-1 ímóti Italia, tá hann út stuttari frástøðu í italska brotsteiginum sendi bóltin á stongina. - At hugsa sær, at vit standa nú aftaná dystin og ergra okkum um, at vit ikki fingu handan bóltin í kassan. Tað hevði kunnað givið okkum javnleik, sum hevði verið eitt fantastiskt úrslit. Eg eri vónbrotin um, at bólturin ikki fór inn, men eg eri stoltur av liðavrikinum, og tí sum vit løgdu fyri dagin. At spæla upp ímóti Italia, tað er eitt framúr avrik, segði Christian Lamhauge Holst aftaná dystin.

 

Ì fyrra hálvleiki hevði Súni Olsen eitt dundurskot, sum rakti italska stólpan. - Eg fekk eina góða sending, eg tamdi bóltin væl, og so meddaði eg til, og eg var greiður yvir, at eg hevði rakt bóltin sera væl, men bólturin rakti handaru stong. Eg sá handa bóltin inni, men tíverri fekk bólturin eitt lítið "knekk", og fór tí ikki í netið. Tað var ógvuliga óheppið, at hann ikki fór inn, og satt at siga, so eri eg vónbrotin nú, segði Súni Olsen aftaná dystin.