Holst verður lykilin

Christian Lamhauge Holst verður ein av lyklaleikarunum á liðnum har minst, har minst fýra broytingar eru gjørdar í mun til seinast, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Landsliðsvenjarin Brian Kerr vildi á middegi ikki avdúka allar broytingarnar, hann hevur gjørt í føroyska hópinum í mun til seinast. Tað eru tó nøkur nøvn, ið geva seg sjálvt til eina byrjunaruppstilling í kvøld, viðgongur Brian Kerr.
– Tað er ikki nakað stórt loyndarmál í, at Christian Lamhauge Holst og Símun Samuelsen koma inn. Saman við Jákup á Borg stóðu teir fyri stórum parti av tí, vit skaptu í móti Litava, og kjansir var nakað vit ikki høvdu nógv av í Frankaríki, sigur Brian Kerr.

Holst skal hava bóltin
Við Holst á liðnum vónar Kerr eisini, at føroyska liðið kemur at hava bóltin eitt sindur meir enn tilfeldið var í Frankaríki.
– Har høvdu vit so at siga ikki bóltin, og heldur onga tíð at hava hann í. Hyggja vit at tí dystinum og so dystinum í móti Litava er greitt, at vit saknaðu evnini hjá Christian Lamhauge Holst at halda upp á bóltin og at skapa okkurt, og tí er hann at meta sum ein lyklaleikari, sigur Brian Kerr, sum væntar ein sera harðan dyst í kvøld.

Sera trupul dystur
– Hesin dysturin verður minst líka trupul sum tann í móti Frankaríki. Rumenar vera helst ikki til at stýra, tí teir hava næstan verið í eini tjóðskaparkreppu eftir eyðmýkingina fyri Serbia leygarkvøldið. Tí skulu vit vænta at møta einum liðið, sum vil vísa, at teir eru betri enn hvat stigatalvan sigur, metir Brian Kerr og leggur so aftrat.
– Men tað sama ger seg galdandi fyri okkum. Vit taptu eisini stórt, so eg haldi at leikararnir eru uppsettir til at enda hetta bólkaspælið ordiligt, sigur Brian Kerr, sum roknar við, at føroyska liðið fer at skapa onkrar kjansir.
– Eg dugi illa at ímynda mær, at Rumenia fer at megna at trýsta okkum so nógv um allan vøllin, eins og Frankaríki gjørdi. Tí trúgvi eg eisini, at vit koma hava bóltin eitt sindur og av tí sama eisini koma fram til nakrar kjansir, metir hann.

Broytingarnar
Hansara metingar byggja helst eisini á ta sannroynd, at hann hevur munandi fleiri royndar leikarar at taka av hesaferð. Jákup á Borg, Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Einar Hansen eru tilsamans skrásettir fyri 110 landsdystir og tað eigur at merkjast, at teir eru aftur í hópinum.
– Eg havi gjørt í øllum førum fýra broytingar í mun til leygarkvøldið, tí okkum tørvar úthvíldar mans, er tað Brian Kerr vil siga um uppstillingina í kvøld. Hann leggur aftrat, at bonkurin eisini er meira royndur hesaferð enn seinast.
So við tí fyri eyga, at Brian Kerr vil hava royndar mans á liðnum og eisini frískar kreftir, loyva vit okkum at koma við hesum boðnum til eina uppstilling í kvøld.
Í mál verður Jákup Mikkelsen fyri seinastu ferð. Jónas Þór Næs kemur inn á høgra bakk eftir sannførandi avrikið seinast. Miðverjan verður tann sama við Atla Gregersen og Egil á Bø, sum á ongan hátt spældi seg av liðnum. Á vinstra bakki verður Einar Hansen aftur eftir leikbann. NSÍ’ari kann ikki brúkast á øðrum plássum og hevur roynst væl undir venjingunum.
Í høgra borð kemur Jákup á Borg at vera. Royndi B36’arin hevur verið sera sannførandi undir venjingunum, og hevur gjørt tað gott undanfarnu landsdystir. Á miðvøllinum fær Súni Olsen endurval, og tað sama fær Fróði Benjaminsen, hóast hann ikki var sannførandi í móti Frankaríki. Hann hevur tó nakrar royndir, ið eru gull verdar, eins og hann ikki plagar at detta burtur í millum. Saman við teimum kemur Christian Lamhauge Holst at vera, og so kemur Símun Samuelsen inn á vinstra borð.
Tað merkir, at Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen og Christian Høgni Jacobsen rúka út í mun til seinast.
Fremstur verður Rógvi Jacobsen, sum við sínum arbeiðsinnsatsi, rástyrki og teirri sannroynd, at hann er mest skorandi føroyski landsliðsleikarin, ikki er til at sleppa uttan um.

Liðið
Passa hesar gitingar, sær liðið soleiðis út:
Jákup Mikkelsen – Jónas Þór Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar Hansen – Jákup á Borg, Christian Lamhauge Holst, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen – Rógvi Jacobsen.