Holte vann ein gysara

Bárður Mikkelsen vann við liði sínum Holte ein sera spennandi og avgerandi dyst móti Gentofte Volley týskvøldið. Eftir at hava verið aftanfyri 2-0 vendi Holte gongdini og vann 3-2

Hesin dysturin var sera avgerandi fyri báðar partar í stríðnum um at koma víðari til hálvfinalurnar. Hvørki av liðunum hevði ráð at tapa.
Holte hevur havt gott tak á Gentofte í ár og hevur vunnið allar dystirnar 3-0, men hesuferð fingu Bárður og teir stinna mótstøðu.
Gentofte vann tvey tey fyrstu settini við úrslitunum 25-21 og 24-26. Holte var nú kroyst og skuldi vinna tey næstu trý settini fyri at vinna. Hetta megnaðu liðfelagarnir hjá Bárði í einum braki av einum dysti, sum kanska kann kallast ársins dystur. Dysturin vardi í einar tveir tímar, og menn vóru útlúgvaðir eftir dystin.

Javnur dystur
Tvey tey fyrstu settini, sum Holte tapti, vóru sera jøvn. Liðini fylgdust allan vegin, men móti endanum gjørdi Holte nøkur mistøk, sum kostaðu teimum settini.
Holte skuldi vinna dystin, tí annars var hálvfinaluplássið í vanda. Venjarin gjørdi tríggjar flytingar á liðnum og setti Bárð inn sum hevara. Tað tyktist eisini sum mótstøðuliðið longu hevði kannað sær sigurin, og hetta gav Holte møguleika at koma innaftur í dystin.
Bárður kom væl frá uppgávuni sum hevari, og hann gav liðnum eitt annað flog. Hann noyddist tíverri útaftur í fjórða setti vegna ein knæskaða, ið hevur darvað honum eina tíð.
Fimta settið mundi geva fleiri hjartatrupulleikar, tí hetta gav áskoðarum meira spenning enn gott er.
Gentofte leggur seg beinanvegin framum 0-4. Liðini fygljast síðani til 7-11, tá Holte tekur dik á seg og javnar til 11-11. Gentofte tekur seg síðani uppá 11-14 og hevur tríggjar bóltar at avgera dystin til egnan fyrimun.
Holte vinnur tó fýra bóltar á rað og hevur síðani ein matchbólt. Gentofte tekur seg tó aftur framum til 15-16 og hevur sín fjórða møguleika at avgera dystin. Holte svarar tó aftur og vinnur seinasta settið 18-16.
Við sigrinum tekur Holte seg uppá næstfremsta plássið, nú bara tvey umfør eru eftir. Men tað er sera javnt, tí Holte hevur átta stig saman við tveimum øðrum liðum.
Komandi sunnudag fær Holte vitjan av oddaliðnum HIK úr Aalborg, ið hevur fjúrtan stig, og sum ikki hevur tapt nakran dyst í ár. Tað er av stórum týdningi hjá Bárði og teimum at vinna henda, tí so sleppa teir undan at møta HIK í hálvfinaluni.

Úrslitið var: Holte-Gentofte 3-2 (21-25, 24-26, 25-16, 25-19, 18-16)