Holy Riders MC Føroyar skipa fyri MC-tiltaki

Tíðindaskriv

 
 


Fríggjadagin 27. okotobur kl. 17.00 byrjar eitt MC-tiltak uppi í Miðlon við Hoyvíksvegin. Tað er MC-felagið Holy Riders, ið skipa fyri ymsum til undirhalds og framsýningar.
 
Sangluttøkur
Tríggjar sangløtur verða á pallinum í erva, har Theodor Petersen syngur fríggjadagin kl. 18.00. Leygardagin 28. oktobur kl. 11.00 syngja systrarnar Vanja. Laila og Barbara og kl. 14.00 syngur Lisa Frederiksberg.
 
Framsýningar o.a.
Við høvuðsinngongdina er framsýning av ymsum motorsúkklum. Eisini verður borð dekkað við Biker-Bíblium og øðrum bíbliuútgávum frá felagsskapinum “Bible for the nations”. Í hesum døgum verða lutaseðlar seldir til fram fyri felagið Holy Riders og sum stuðul til nýggjar útgávur av Biker-Bíblium, og so hevur Holy Riders eisini eitt blandað úrval av reklamulutum, sum verða seldir sum stuðul til felagið. Lisa Frederiksberg selur eisini sína nýggju fløguútgávu og signerar, um ynskist.
 
Harley Davidson Føroyar sýnir fram
Sum eitt eyka tiltak, verður Harley Davidson Føroyar eisini við í tiltakinum, og sýna teir fram nýgjastu 2007 útgávurnar av  HD-súkklum, umframt blandað úrval av vørum frá handilssamtakinum “4 Bikers”, har m.a. nógv góð leðurklæðir fáast, umframt ymsa trygdarútgerð til motorsúkklur.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.