Hon dugir at stava

Bert 10 ára gamla kollfjarðagentan Sigrið Leivsdóttir vann í gjár kappingina »Stava rætt«, sum Føroya Banki skipaði fyri. Í finaluni basti hon 12 ára gamla Sigmund í Garði av Strondum, sum gjørdist nummar tvey, og 11 ára gomlu Katrin Kamban úr Hoyvík, sum fekk triðja pláss

Sunnudagin varð finalan í kappingini »Stava rætt«, sum Føroya Banki skipaði fyri, hildin í Norðurlandahúsinum. 25 luttakarar úr fjórða, fimta og sætta flokki úr øllum landinum vóru komin í finaluna, sum varð skipað í trý umførð. Tá ið avtornaði, gjørdist tað tó ein av yngstu luttakarunum í kappingini, sum gjørdist vinnarin. Hon er Sigrið Leivsdóttir, er 10 ár og er úr Kollafirði.


Sera virkin genta

Hóast hon nú kann kalla seg Føroya besta stavara í fjóðra, fimta og sætta flokki, livir hon eitt vanligt og virkið lív, eins og 10 ára gamlar gentur flest.

Í frítíðini gongur hon til bæði flogbólt og fimleik, umframt at hon eisini er virkin skóti, og nú fer undir at læra seg at spæla klaver. Afturat tí brúkar hon nógva tíð til at spæla saman við vinkonunum og annars gera alt tað, sum 10 ára gamlar gentur vanliga gera.

Tá hon er somikið virkin í frítíðini, sigur tað seg sjálvt at ikki nógv tíð er til yvirs, tá skúlatingini eisini eru greidd. Men hóast tað, so hevur hon tíð til at lesa nógv, og millum annað hevur hon lisið »Harry Potter«, sum Bergur Rasmussen, dómari í stavikappingini hevur umsett, umframt at hon av og á eisini kagar í ein Sosial.


Las áðrenn fyrsta flokk

Tað at duga at stava, hongur eisini saman við at lesa nógv, og Sigrið Leivsdóttir var tíðliga á sjóvarfallinum, tá tað kemur til at lesa. Longu áðrenn hon fór í fyrsta flokk, dugdi hon at lesa, og vanliga lesur hon eisini nógv.

At mamma hennara er lærari, hevur kanska eisini hjálpt henni væl á vegnum, men fryntliga kollfjarðagentan greiðir frá, at undan kappingini gjørdu tey ikki so øgiliga nógv burturúr.

- Mamma hevur spurt meg um onkur orð, men vit hava ikki gjørt so nógv eyka burturúr. Eg havi eisini hugt í eina bók, sum eitur »1000 torførð orð«, men burtursæð frá tí hava vit gjørt akra sum vanligt, greiðir Sigrið Leivsdóttir frá.


Vann sannførandi

Undan finaluni varð skipað fyri innleiðandi umførum kring alt landið. Sigrið luttók í innleiðandi umfarinum í Hoyvík, og tá kom hon sannførandi ígjøgnum. Av 11 orðum at gita hevði hon bert ein feil, og fór tískil beinleiðis í finaluna. Hini bæði, sum komu víðari úr Hoyvík noyddust gjøgnum eitt eyka umfarð, sum kallaðist »Javnbrótarin«, har øll tey, sum vóru jøvn í stigum noyddust at kappast víðari, eitt orð í senn, inntil allir tríggir finalistarnir vóru funnir. Í innleiðandi umfarinum í Hoyvík vann Sigrið uppá orðið »hyldligur«, sum hon megnaði at stava rætt.

Í finaluni varð kappingin soleiðs skipað, at í tveimum teimum fyrstu umførunum fingu luttakararnir eitt torført orð lisið upp fyri teimum tvær ferðir, og síðan skuldi tey skriva orðið niður, og lesa tað upp í mikrofonini, meðan dómarin hugdi í pappírið at kanna eftir, um tey høvdu stavað torføra orðið rætt.

- Í innleiðandi umfarinum fekk eg tvey staðarnøvn, sum vóru nokk so ring. Eg skuldi stava til »Ørvisfelli« og »Oknadalur«, men eg fekk tey bæði røtt. Annars vóru nógv av orðunum rættiliga torfør, greiðir unga kollfjarðagentan frá.

Seinasta umfar var tó øðrvísi skipað. Tá fingu tey ein setning lisnan upp fyri teimum, og í hvørjum setningi vóru trý orð skeivt stavaði, sum tey so skuldu finna og stava rætt. Í alt fingu tey 14 setningar, so tilsaman var talan um 42 villur, sum tey skuldu finna.

Tá ið avtornaði, hevði Sigrið Leivsdóttir funnið 36 av teimum 42 villunum, meðan Sigmund í Garði, sum gjørdist nummar tvey, hevði funnið 33 villur og Katrin Kamban, sum endaði á triðja plássi, hevði funnið 32 villur.

Sostatt varð tað Sigrið Leivsdóttir, sum gjørdist vinnarin av teimum 25.000 krónunum, sum var høvuðsvinningurin, og hon kann nú av røttum kalla seg Føroya besta stavara í fjórða, fimta og sætta flokki.


Setir pengarnar í bankan

Ein vinningur uppá 25.000 krónur er ein rættiliga stórur vinningur at fáa. Serliga hjá eini bert 10 ára gamlari gentu, er hetta ein heil rúgva at fáa. Men hvat hon skal nýta peningin til, hevur hon enn ikki gjørt av.

- Eg fari nokk at brúka eitt sindur av tí, men eg fari nokk at koyra tað mesta í bankan, sigur Sigrið Leivsdóttir.

Tað kann tó verða at pápin, Leivur, og mamman, Anna Rúna, fáa eina góða jólagávu frá ungu kollfjarðagentuni, og kanska vinkonurnar verða bjóðaðar ein lítlan túr á kafé.