- Hon er so almindilig

Áðrenn kongaliga familjan vitjaði í hølunum hjá Sands kommunu, fingu fleiri eldri sandsbúgvar høvi at heilsa upp á kongaligu gestirnar.

Tað er ikki gerandiskostur hjá teimum eldru íbúgvunum á Sandi at fáa so fína vitjan, sum tey fingu fyrrapartin týsdagin. Talan var um eldri fólk, sum til dagligt búgva á ellisheiminum á Sandi, sum liggur beint við kommunuhølini.

Krúnprinsahjúnini fóru til gongu
Meðan Margreta Drotning og Henrik Prinsur fór í bili frá kirkjuni til kommunuhølini, valdu krúnprinsahjúnini at ganga tann stutt teinin. Hetta fall í góða jørð hjá sandsbúgvum og sandoyingum, sum í stórum tali hildu í hølunum á teimum kongaligu.
Drotningin og prinsurin komu fyrst á staðið, har tey gomlu bíðaðu, og hennara hátign drotningin og hansara tign prinsurin fór beina leið yvir at heilsa upp á tey gomlu. Lítla løtu seinni komu krúnprinsahjúnini spákandi, og tey heilsaðu sjálvsagt eisini upp á eldru sandoyingarnar.
Mary Krúnprinsessa gav sær góðar stundir at práta við tey gomlu, og hóast bukurin gerst alsamt meiri týðuligur, fór hon niður á knæ, soleiðis at tað var lættari hjá teimum gomlu at práta við hana og síggja í eyguni á henni.
At Krúnprinsessan hevði hugtikið tey gomlu, var einki at ivast í. Eftir at kongaliga fylgi var farið innar í kommunuhølini, søgdu fleiri av teimum gomlu, at hatta var ein fantastisk krúnprinsessa:
- Hon er so almindilig og er einki hóvasták burtur úr sær sjálvari, søgdu fleiri teirra.