Fyrr í hesum mánaðinum stóð Jóna Birgit Nattestad í Miðvági endaligu royndina sum koyrilærari, og er hon nú onnur av tveimum føroyskum kvinnum, sum hava prógv sum koyrilærari.
Birgit Nattestad er annars útbúgvin skúlalærari, men tá hon fyri nøkrum árum síðani fekk trupulleikar við hondunum, varð mælt henni frá at starvast fulla tíð sum lærari.
? Eg helt kortini ikki, at eg skuldi liva sum partvís avlamin av teirri søk, og tí fór eg at kanna, hvat annað eg kundi tikist við - eg vildi finna okkurt, sigur Birgit Nattestad.
Tí fann hon upp á at søkja inn á koyrilæraraskúla niðri - og hon slapp inn.
At útbúgva seg sum koyrilærari tekur 14 mánaðir, og byrjaði Birgit Nattestad í september 1996. Fyrsti partur á skúlanum er ein forroynd á Politiskúlanum, og hana skalt tú klára fyri at sleppa víðari.
Síðan byrjar frálæran í ferðslulóg, teknikki og pedagogikki. Við eini fortíð sum fólkaskúlalærari lá ræðið fyri hjá Birgit Nattestad við tí pedagogiska - og mestu trupulleikarnar hevði hon við tí tekniska, greiðir hon frá.
? Men vit hjálptu væl hvør øðrum - eg við tí pedagogiska, og menninir við tí tekniska?
Í augustmánaði í fjør byrjaði hon so at koyra við næmingum í Keypmannahavn. Hetta var eitt slag av starvsroynd, har hon koyrdi við einum næmingi saman við einum lærara.
Fyri at klára hetta skuldi hon klára fýra rutur.
Fyri at fáa prógvið skuldi hon sjálvandi eisini til próvtøku í koyrifrálæru, og var tá ein politimeistari og ein frá danska bileftirlitinum við í bilinum.
? Tá skuldi næmingurin hjá mær fyrst koyra við mær sum lærara, og síðani skuldi eg sjálv prógva, at eg var før at koyra bilin, greiðir hon frá.
? Tá eg so hevði lokið prógvið í november í fjør, helt eg meg vera lidna, men fyri at kunna starvast sum koyrilærari í Føroyum, so skuldi eg eisini til eina koyriroynd í Føroyum, sigur Birgit, sum nú er klár at søkja um loyvi at virka sum koyrilærari í Føroyum.
Birgit Nattestad dylur ikki fyri, at hon hugsar sær at starvast sum koyrilærari í Vágunum, tí har hevur eingin koyrilærari verið í fleiri ár.
Í Føroyum eru nú 20 koyrilærarar. Flestu teirra geva bert frálæru til persónbil, men hjá trimum teirra ber umframt til at læra at koyra lastbil og motorsúkklu