Almannamálaráðið hevur nú sett Lív Patursson í starv sum samskipari í javnstøðumálum.
Í fjør varð ein virkisætlan fyri javnstøðupolitikkin løgd og uppgávan hjá samskiparanum verður at seta tey tiltøkini í verk.
Harafturat skal hon fremja mál, sum Javnstøðunevndin og Demokratia leggja dent á, eins og hon skal vera skrivari hjá teimum báðum nevndunum.
Samskiparin fer eisini at varpa ljós á, og at gera kunnandi tilfar um javnstøðu, og somuleiðis fer hon at skipa fyri tiltøkum, og sum heild er endamálið at skipa økið og vera andlitið úteftir.
Lív Patursson er 35 ára gomul og útbúgvin kynsfrøðingur. Hon byrjar í starvinum 20. august, sigur Almannamálaráðið.