Hon skein av bókmentagleði

Hon var altíð síðst í song og fyrst á fótum. Morgunmaturin var ein blá Cecil og eitt glas av hvítum víni. Og so skein hon av bókmentagleði og hugsavnan.

 

Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen minnist mæta skaldið, Inger Christensen


 


5. januar andaðist mætasti yrkjarin í Danmark, Inger Christensen. Hon varð fødd í 1935. Ikki var tað ein sjálvfylgja, at Inger gjørdist yrkjari. Foreldur hennara vóru arbeiðarar, men hon vísti rættiliga tíðliga, at hon var so mikið væl fyri málsliga, at leiðin sum yrkjari var vís. Hon gjørdist fólkaskúlalærari við læraraskúlan í Århus. Eftir hetta arbeiddi hon í fýra ár sum lærari, til hon í 1964 fór at skriva fulla tíð.

Í 1962 debuteraði hon við yrkingasavninum Lys. Síðani hevur hon skrivað o.u. 20 bøkur. Flest øll yrkingasøvn, men eisini barnabøkur, ritroyndir, sjónleikir og skaldsøgu. Hon er mest kend fyri systemyrkingarnar. Hesar ógvuliga kompaktu yrkingar, sum eru bygdar á ymisk system úr støddfrøðini og úr bókmentum.

Inger Christensen verður mett at vera yrkjarin, ið hevur havt størstan týdning fyri danskan lýrikk. Hon er umsett til eini tjúgu tungumál, og tá ið teir báðir Jerome Rothenberg og Pierre Joris góvu út mammutverkið, Poemsfor the Millenium, volume 1, 2 og 3 á knappar 3000 blaðsíður, var Inger við. Hetta sigur, at hon hevur verið ein av størstu yrkjarunum í farnu øld. Í mong ár hevur hon verið í uppskoti til at fáa virðisløn Nobels fyri bókmentir.


Eg hitti Inger í Tallinn í 2001, hagar eg varð boðin á ein poesifestival. Hóast hon tá var 66 ára gomul, var hon altíð fyrst á fótum og síðst í song. Morgunmaturin var ein blá Cecil og eitt glas av hvítum víni. Vit lósu upp saman á Tjóðbókasavninum og í einum sjónleikarhúsi. Hon skein av bókmentagleði og hugsavnan.

Næsta kvøldið vórðu vit bæði og íslendska skaldið Sjón boðin út at eta saman við danska konslinum í Tallinn. Sum ungt skald millum slíkar risar var eg lítillátin. Bilur kom eftir okkum á hotellinum. Matstovan var eitt gamalt sjónleikarhús, har teir ovastu í KGB plagdu at hugna sær. Hølið var ógvuliga hugnaligt og vit fingu borð á miðjum gólvið, við útsýni til ein tóman pall. Konsulin var fyrrverandi marinari og hevði verið í Føroyum. Kona hansara var minst tríati ár yngri enn hann, snotilig og smæðin. Tagdi, tá ið maðurin talaði. Ringdi heim til barnagentuna í heilum at kanna um alt gekk, sum tað skuldi. Úti við síðurnar í hølinum vóru settir upp básar við tjøldum, ið kundu dragast fyri, so at gestirnir kundu sita í friði og náðum. Har høvdu KGB ovastarnir sitið og hugnað sær við kvinnuligum selskapi og havt týðandi loynifundir um njósnaraupplýsingar úr vestri. 



Eg var í Tallinn um ta tíðina, tá ið valið var í Føroyum. Fullveldissamgongan hevði mist gongulagið og vinglaði millum avgerðir um fólkaatkvøðu ella ikki. Konsulin visti sjálvandi nógv um føroyskan politikk og um fullveldisstríðið. Sjón helt fyri, at tað var sára lætt. Tað var ikki ein spurningur um at búgva í skúrinum hjá mammu sínari, tað handlaði um at byggja síni egnu hús, soleiðis at mamman ikki alla tíðina gekk og plágaði um hetta og hatta. Inger, sum hevði fingið forrættin - ein tallerkur á stødd við eina hampiliga bilfelgu, við tveimum evarska smáum grønum rullum á, minni enn seruttir til støddar - sat og lurtaði eftir okkum, festi í eina sigarett fyri og aðra eftir. Drakk fleiri gløs við hvítum víni og nart ikki bilfelguna við seruttunum. Meðan vit ótu høvuðsrættin, kjakaðust vit tríggir um tjóðarbygging og áræði, meðan hon sat og roykti og drakk. Heldur ikki hin væl prýddi hjørturin, ið vit fingu sum høvuðsrætt, fekk Inger at eta. Av og á breyt hon okkum av og segði sína hugsan um, hvussu danir vóru. Teir vóru dovnir og hildu, at teir allir áttu at liva sum drotningin – ferðast, vinka, ganga ókeypis til konsertir og annars bara vera til. Sjón og eg vóru púra samdir, men generalkonsulin rísnaði og gjørdist reyðleittur og harðmæltur. Konan bað hann slappa av einar tvær ferðir. 



Tá ið ísurin, ein bananasplitt, var farin niðurum, og vit gjørdu okkum klár at fara, reistist Inger upp úr stólinum, hevjaði vínglasið høgt og segði við meg: “Når I bliver selvstændige, erklærer jeg mig som dronning af Færøerne.” Vit reistust øll, skálaðu og fóru víðari til eina whiskey- og vindlabarr, har Inger legði seg á eina reyða leðursøfu við einum 24 ára gomlum whiskey og einum feitum vindli. Sum ein drotning.



Tá ið eg standi


Tá ið eg standi

einsamøll i kavanum

gerst klárt

at eg eri eitt ur


hvussu skuldi ævinleikin

annars funnið runt


Inger Christensen, Lys 1962



Friður veri við minninum um Inger Christensen 




Oddfríður M. Rasmussen