Hon skrivaði seg inn í hjartað mítt

Leygardagin verður aldarinnar vígsla á Viðareiði og aldarinnar brúdleyp í Vestmanna. Hetta hendir, tá Mamy Dahl Sørensen og Hákun Egilsnes ganga saman í hjúnalag. – Hvør skuldi trúð at so nógv verður gjørt burtur úr, og at tað skuldu koma 700 gestir í okkara brúdleyp, sigur brúðgómurin sum er ættaður úr Vestmanna

Viðareiði/Vestmanna: - Jú, tað er nógv at fyrireika til eitt so stórt brúdleyp. Men vit hava fingið sera góða hjálp.

- Tað eru helst somu fyrireikingar til eitt brúdleyp við 200 fólkum sum til tað hjá okkum. Tað skal sjálvandi meiri tilfar til, men fyrireikingarnar eru helst ikki so nógv øðrvísi, sigur tann komandi brúðurin.

Tað var longu í juli mánaði at tíðindini bórust um, at 44 ára gamla Mamy Dahl Sørensen av Viðareiði og 46 ára gamli Hákun Egilsnes skuldu giftast leygardagin 6. september 2008 við eitt vælkomstbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík.

Tað tók ikki langa tíð fyrrenn fólk byrjaðu at tekna seg til brúdleypið. Og ta einu løtuna vóru 710 fólk á listanum. Onkur hevur kortini tikið seg av aftur, men tað tekur einki frá tí, at talan verður um størsta brúdleypið nakrantíð, tá teir 670 gestirnir úr øllum landinum seta seg til borðs leygardagin í ítróttarhøllini í Vestmanna.

- Vit eru sera, sera, sera spent uppá dagin, sigur høgt-upp-um-oyruni-forelskaða-parið sum hittust fyrstu ferð fyri 13 árum síðani.

Nógv er at fyrireika til ein slíkan dag, men tey hava kortini tíð til eitt prát um brúdleypið og fyrireikingarnar við Sosialin.

- Ja, kemur tað brosandi frá Hákuni. – Hugsa tær til, at eg verði 96 og tú 94 ár, tá vit bæði hava gullbrúdleyp!

Brúðurin má so smátt eisini byrja at venja seg við eitt lív sum sjómanskona. Longu 2. oktober fer Hákun aftur til skips.


Fullan bil við køkum

Tað er rættiliga ófýsið á Viðareiði fyrrapartin í gjár. Men inni í stovuni hjá Mamy er bæði heitt og lýtt.

Við eitt køksborð sita Hákun, vermóðir hansara Gudrid og Laura, ein bygdarkona. Mamy sjálv stákast við at gera ein drekkamunn kláran.

- Eg veit ikki rættiliga. Eg dugi ikki so væl at slappa av. Men fríggjadagin ætli eg mær einki at gera. Hesin dagur skal verða mín frídagur.

- Eg ætli mær at spæla Gekk – og vinna hann!, sigur hon avgjørd.

Hini við borðið brosa afturímóti hesi kvinnuni, sum fer at standa brúður leygardagin í heimkirkju sínari á Viðareiði. Hetta verður dagur í viku fyri brúðarparið og eisini fyri teir útivið 700 gestirnar, sum verða við til veitsluna í Vestmanna seinni um kvøldið.

Tað er skjótt at kaffikannan er komin á borðið, saman við fýra sløgum av nýbakaðum smákøkum.

- Eg havi fleiri sløg at bjóða tær, men kanska tú noyðist við hesi. Annars kundi eg lættliga lopið út í bilin eftir fýra sløgum aftrat. Hann stendur í túninum, fult lessaður við smákøkum og øðrum sum skal til brúdleypið, sigur Mamy.

Allar tær túsundtals køkurnar, ið krevjast til aldarinnar brúdleyp, eru komnar frá familju og góðum vinfólki. Mamy og Hákun hava ferð eftir ferð sannað hesar seinastu dagarnar, at tá ein hevur brúk fyri familju og góðum vinum at hjálpa til, ja so eru tey har.

- Smakka nú endiliga hesar vaniljukransarnar. Teir hevur mamma bakað. Eg veit ikki, hóast mamma er farin um tey 75, so dugir hon líkasum ikki at lata vera at hjálpa til, nú eg, - .... eg meini, VIT skulu giftast, sigur hon og brosar yvir ímóti Hákuni.


Avgerandi samtala í 1995

Eins og hjá øllum øðrum hjúnum er altíð áhugavert at vita, hvussu tey funnu hvørt annað. Eingi pør eru eins og eingin forsøga heldur.

- Ahnoy, behøvist tú at spyrja um tað? Er tað nakað at skriva um í Sosialinum?, spyr Mamy.

- Ja, man nakar tíma at lesa um okkum bæði?, sigur Hákun.

Hóast tann komandi brúðgómurin tykist eitt sindur meiri afturhildin enn komandi hjúnafelagi sín, er hann beinanvegin við uppá at lýsa henda spurningin.

- Jú, sært tú. Vit skulu faktiskt 13 ár aftur í tíðina. Heilt aftur til 1995, byrjar hann frásøgn sína um hesa minniligu løtuna.

Lítið grunaði nakar teirra tá, at tey skuldu ganga inn í hjúnalag nú leygardagin. Hetta fór fram inni hjá einum systkinabarni hennara, sum búði í Havn.

Tað sjáldsama var, at Hákun var eisini komin á gátt hetta sama kvøldið. Hóast løtan var stutt, og onnur fólk vóru til staðar, so fingu tey kortini prátað saman eina løtu um mangt og hvat.

- Eg minnist hvørt orð frá samtaluni. Hon vardi kanska ikki meiri enn 30 minuttir. Men her var í øllum lagdur spírin til okkurt, kann eg so bara staðfesta í dag, sigur Mamy og brosar yvir ímóti Hákuni.

Hann smílist undrandi aftur: - Tað er ótrúligt, sum tú minnist væl til. Eg minnist bara, at hon var sera fitt at tosa við!

Samtalan teirra millum fekk kortini ein bráðan enda: Mamy skuldi á ein fund klokkan átta hetta kvøldið, og dagin eftir var Hákun flogin av landinum, tí hann skuldi møta umborð á skipi sínum í Reyða Havinum.

Kærleikin spyr kortini ikki um mørk og fjarstøðu, og Hákun hevði veruliga fingið eyguni upp fyri hesi megnarkvinnuni av Viðareiði.

- Eg sá mangan myndir av Mamy í bløðunum. Tað gleddist eg um. Jú, hon er sera virkin, sigur Hákun.


Amors Pile

Skuldi ein ganga eftir hesum umstøðum, so var ikki nógv sum bendi á, at her fór at spyrjast nakað burturúr: Hann fór til skips, og Mamy gjørdist læraravikarur í Kalsoynni.

Men Amors Pile vildu tað øðrvísi: Eitt kvøldið fyri tveimum árum síðani hittust tey av tilvild aftur, hesaferð á eini kaffistovu í høvuðsstaðnum:

Hákun var farin higar við einum vinmanni, og Mamy var farin á sama stað við eini vinkonu.

Tíverri – ella tíbetur, kunnu vit kanska siga – var nógv fólk inni, og tí var einki pláss við nakað av borðunum.

Men vit eitt av borðunum sótu tveir mans og prátaðu. Og her var pláss til tvey fólk – tvey konufólk – aftrat. Ger so væl, og setið tykkum niður!

Mamy gekk yvir ímóti borðinum, fekk eygu á henda vestmannadrongin aftur, og mín sann um tey ikki fingu møguleika til at heilsa uppá hvørt annað og fáa eina samtalu í lag.

- Eg kendi hana aftur beinanvegin. Hon var fitt at práta við seinast vit hittust, og hon var framvegis tann sama og líka løtt at tosa við. Eg minnist, at hon smíltist so pent uppá meg, sigur tann komandi brúðgómurin.


Ein eldri maður

Tíð var ikki at práta so nógv saman hesaferð. Mamy hevði nevniliga aftur skund, tí hann øtlaði veðrið við kavaroki. Hon ætlaði sær til hús aftur á Viðareiði um kvøldið, nú koyrandi var undir Leirvíksfjørð.

Nú kom rættilig ferð á sambandið teirra millum. Nakað eftir hetta var Hákun farin ein biltúr norðureftir við móður síni. Hann hugsaði helst sum so: Hví ikki koyra heilt til Viðareiðis, og vita um eg fái eyga á ta kvinnuna, sum eg fingið so stóran áhuga fyri?

- Og taðvejden, um tað ikki eydnaðist! Eg hevði ikki ánilsi av, hvar hon búði, men eg koyrdi bara runt í bygdini og leitaði eftir henni. Og so sá eg hana brádliga standa har, á eini trappu og tosa við ein annan mann!!

- Eg bleiv bæði spentur og ørkymlaður í einum: Her stóð hon og tosaði við ein annan mann. Eg sansaði ikki hvør hann var, ella hvussu hann sá út ella hvussu gamal hann var. Og eg tordi heldur ikki at steðga bilinum, men koyrdi bara víðari, greiðir Hákun frá.

Seinni fann hann tíbetur útav, at hetta var ein eldri maður úr bygdini, og altso ikki ein sjeikur!


Skrivaði seg inn í hjartað

At Hákun var til skips og Mamy var her á landi, hevði kortini ikki ávirkan á tann kærleiksneistan, ið var tendraður teirra millum.

Tíverri fyri tey bæði, bar ikki til at tosa saman í telefon ella við Skype, tí sambandið var so vánaligt. Hjá hesum forelskaða parinum var ikki annað at gera enn at senda teldupost sínámillum.

- Eg haldi, at hon so við og við skrivaði seg inn í hjartað mítt. Tað tóktist so heitt, at tað nærum smeltaði ísin rundan um okkum har uppi við Alaska, sigur tann forelskaði skiparin úr Vestmanna.

Umvegis teldupostin útvekslaðu tey tíðindi úr hvør sínum heraðshorni: Mamy kopieraði tíðindi av Portalinum, meðan Hákun segði frá tí, sum teir upplivdu umborð á skipinum allar hesar túsundtals sjómílirnar úr Viðareiði. Uttan iva hava onkur kærleiksorð eisini verið skrivað.

Sohvørt sum telduposturin gekk heitur millum land og skip, og skip og land, lærdu tey hvørt annað betur at kenna. Og tað var ikki frítt, at tey bæði byrjaðu at síggja fram til dagin, tá hann skuldi koma heimaftur.


Tjógv og jóladekorasjón

Sambært ætlanini skuldi hetta henda 27. oktober, men ymisk viðurskifti høvdu hinvegin við sær, at Hákun, sum fór umborð sum stýrimaður, gjørdist skipari.

Tað ringasta í hesum var kortini tað, at tað samstundis ljóðaðu syrgnu boðini í teldupostinum: - Eg sleppi tíverri ikki heimaftur fyrrenn komið er væl inn í jólamánaðin – kanska ikki fyrrenn 10. desember!

Tá skipið var komið niður ímóti Panama-veitini bar á fyrsta sinni til hjá teimum at tosa saman í fartelefon. Eingin var fegnari enn Mamy, tá telefonin hjá henni ringdi.

- Ja, hesa samrøðuna minnist eg sera væl. Hetta var leygardagin áðrenn 1. sunnudag í advent, og ætlaði at fara oman í kirkjuna at gera hana klára til gudstænastuna dagin eftir, greiðir Mamy frá. – Bíða mær líka!

Hon er skjót í skápið eftir einum álmannakka: - Eg havi skrivað alt niður! Jú, tað var seinnapartin 2. desember 2006! Áh, sum tað var gott at hoyra málið í honum.

Tað besta av øllum var, at hann segði, at hann ynskti at tey hittust so skjótt sum gjørligt, tá heimkoman var veruleiki.

Sum sagt, so gjørt: Hann hevði ikki verið meiri enn hálvan tíma heima við hús, fyrrenn Mamy troppaði upp á Djúpagilsvegi í Hoyvík: Í einu hondini hevði hon eitt skerpitjógv og í hinari eina jóladekorasjón.

- Ja, eg helt, at tað mundi treingja til at hugna eitt sindur um í heiminum hjá einum gomlum dreingi, sigur Mamy brosandi.

- Eg haldi eisini, at tað blivu vit hetta kvøldið!



- - - -



- Mamy, vilt tú giftast við mær?


Stutt undan jólum í 2006 kom Hákun aftur, og teir næstu mánaðirnir nýttu tey til tess at læra hvørt annað betur at kenna: Hann fór kortini burtur fleiri túrar, meðan hon var upptikin í arbeiði sínum í Dagtilhaldinum í Klaksvík



Nú var farið at nærkast sumri 2007, og ein ávísan dag í juli mánaði í fjør ringdi Hákun heim fyri at frætta tíðindi.

Hetta var 7. juli – altso giftingardagurin mikli 07.07.07 – og Mamy skuldi til brúðarvígslu í Viðareiðis kirkju. Hon hevði nærum ikki tíð at práta. Men tað hevði hann.

- Tú, sigur hann brádliga í telefonini. Nú er tað 07.07.07. Tú, Mamy góða. Skulu vit ikki bara gifta okkum 8. august komandi ár – altso 08.08.08?!

Hóast Mamy fegin vildi giftast við honum, var svar hennara noktandi, so løgið tað enn kann ljóða.

- Noy!, svaraði Mamy aftur. – Kortanei. Eg vil fegin giftast, men tað skal í øllum førum ikki verða ein fríggjadag!

Nú var so spurningurin borin uppá mál, og avgjørt var, at um og tá tey skuldu giftast, so skuldu øll kunna sleppa í brúdleypið, óansæð hvar í landinum tey búðu. Eingin skuldi setast aftur orsakað av veðri.

Hákun góðtók hesa frágreiðingina, og dagurin var ístaðin ásettur til 06.09.08 á Viðareiði – altso komandi leygardag. Tann stóri spurningurin var kortini ikki loystur: Hvussu halda vit hetta góða brúdleyp?

- Eg vildi hava eitt lítið brúdleyp, men her varð eg skjótt tikin av ræði. Mamy kennir so nógv fólk kring alt landið, og tað var tí vónleyst bara at hugsa um at bjóða fólki. Nei, her gjørdist ikki annað enn at hava vælkomst, greiðir Hákun frá.

Tey spurdu seg fyri í Bygdarhúsinum í Leirvík, sum kann rúma 450 fólkum. Men so nógv fólk teknaðu seg, at tey í bygdarhúsinum á fyrsta sinni máttu ásanna, at teirra stóra og vælútgjørda bygdarhús gjørdist ov lítið til eitt brúdleyp.

Nú øll hesi 670 fólkini skulu fáa pláss var ikki annað at gera enn at biðja um stórt høli. Tíbetur var ítróttarhøllin í Vestmanna tøk.





Hon um hann

Hákun, hann er: 

-  fittur 

-  erligur 

-  til at stóla uppá 

-  roynir altíð at gera hinum til pass 

-  ordnar øll pappír



Hann um hana

Mamy, hon er:

- fitt

- erlig

- er altíð glað, og ongantíð morgunljót

- sera virkin

- nógvar ætlanir

- rólig typa

- einki vas

- vit passa saman – tað sum eg tími minst, tað dugir hann 





Brúdleypsdagurin

Skráin fyri brúdleypsdagin 6. september 2008:


Áðrenn vígsluna: Myndatøka av familjunum

Umleið kl. 13:40: Meinhard Bjartalíð, prestur spælir urgutónleik

Klokkan 14: Vígsla í Viðareiðis kirkju. Jógvan Fríðriksson, bispur vígir parið

Við urguna situr mamma Mamy, Gudrid Sørensen

Eftir vígsluna: Brúðarmyndir í kirkjuni, samstundis sum fólk verða boðin til ein drekkamunn í gamla bygdarskúlanum á Viðareiði


17:30: Brúdleyp í ítróttarhøllini í Vestmanna

Forrættur: toskanakki

Høvuðsrættur: couvette-steik

Borðstjóri: Rasmus Magnussen

Spælimansorkestur skipar tónleikin

X-rays spælir til dans


Sunnudagin: Brúðarhús í Hoyvík