Men nú hevur Handilsskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra – sum uttan iva hevur bestu barlast til eitt slíkt skúlastjórastarv, bæði við síni útbúgving, við sínum royndum við undirvísing á hægri skúla, og ikki minst við royndum sum landsstýriskvinna á fleiri málsøkjum, seinast við ábyrgd fyri øllum tí føroyska skúlaverkinum ~ umfram hennara yvir 20 ára royndir í politikki.
Men soleiðis hugsa ikki allir handilsskúlanæmingar.
Tá boðini um nýggja skúlastjóran bórust í gjár, var tað ein handilsskúlanæmingur, sum spurdi.
– Er tað hon, sum stjól pengarnar frá okkum?
So um næmingarnir á Føroya Handilsskúla fara at hyggja skeivt upp á Helenu Dam á Neystabø, so er tað kanska tí, at hon stóð við ábyrgdini, tá útbúgvingarstuðulin í fjør var skerdur fyri at minka um hallið hjá landskassanum.