Hondbóltsárið byrjar í morgin

Bestu hondbóltsliðini hjá kvinnum og monnum frá farna kappingarárið hittast í annaðkvøld í dysti um Lionsbikarið

Í næstum verður nýggja kappingarárið í hondbólti skotið í gongd, og longu í morgin verður lagt út. Tá hittast oddaliðini frá farna kappingarárið hjá monnum og kvinnum í dystinum um Lionsbikarið.

 

Hjá monnum verður dysturin millum H71 og VÍF, meðan hann hjá kvinnum verður millum Kyndil og Neistan. Hóast dysturin í morgin ongan týdning hevur fyri landskappingina, kann dysturin vísa seg sum eitt gott barometur um, hvar liðini flóta til komandi kappingarár.

 

Báðir stórsteypadystirnir eru í tøttum samstarvi millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, har inntøkurnar frá dystunum fara til vælgerandi endamál. Tað er avgjørt frammanundan at allur ágóður frá stórsteypadystunum í ár fer til Heilafelagið.

 

Dystirnir byrja í morgin klokkan 18:00 og klokkan 20:00. Hjá kvinnunum byrjar dysturin klokkan 18:00, meðan hann hjá monnunum byrjar klokkan 20:00.

 

 

Lionsbikarið 06-09-2017:

Kyndil – Neistin (Kvinnur) 18:00

H71 – VÍF (MENN) 20:00