Hondbóltsfelagið Tjaldur varð stovnað á fundi, hildin í Runavík hin 29. okt. 98. Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt og at virka fyri siðmennandi ungdómsarbeiði, við røttum ítróttaranda.
Felagið fór til verka alt fyri eitt, fyri at halda hondbóltinum í landssynningspartinum í Eysturoy gangandi, eftir at hann varð niðurlagdur sum felagsítrótt stutt frammanundan.
Tað hevur eydnast felagnum at halda lív í og at varðveita hondbóltin í økinum, og frameftir er ætlanin at víðka um virkisøkið og ikki minst at menna tað verandi.
Í hesum sambandi verður nú farið runt í økinum at tekna limir og harvið tryggja felagnum eitt trygt, støðugt og varandi grundstøði at standa á. Vónandi verður tikið væl ímóti felagnum í hesum sambandi.
Á stovnandi aðalfundi hin 29. okt. 98 vórðu hesar nevndir valdar:
Starvsnevnd: Andrias Jacobsen, formaður, Glyvrum, Katrin Absalonsen, næstformaður, Søldarfirði, og Tórbjørn Jacobsen, peningarøkil, Glyvrum.
Kappingarnevnd: Annika Gregersen, formaður, Søldarfirði, Mona Langgaard, Glyvrum, og Ingvard Lamhauge, Saltangará.