Hondbóltsskelkur: Neistin skal hava nýggjan venjara

Kvinnurnar hjá Neistanum skulu hava nýggjan venjara

Birgir Hansen og Kári Nielsen hava sagt upp sum venjarar hjá kvinnunum hjá Neistanum. Nógv bendir á, at Kári Horn verður nýggjur venjari í felagnum og at tað verður kunngjørt í kvøld.

 

Neistin hevur fingið 11 stig í tíggju teimum fyrstu umførunum í landskappingini. Tað røkkur til eitt fjórða pláss og fimm stig eru upp til fyrsta plássið, har vestmannakvinnur valda. Neistin tapti heili 32-24 í Vestmanna um vikuskiftið.

 

Tað hevur verið nakað av útskifting í hópinum hjá Neistanum og sum skilst, so eru avbjóðing við venjing. Tað er steðgur í landskappingini hjá kvinnum. Steypakappingin byrjar 21. januar í 2019. Sostatt fær Kári Horn møguleikan at seta sín dám á hópin.