Hondbóltstilveran í Íslandi og Noregi er spennandi

(FM1) Allan Norðberg, ið spælir hondbólt í Íslandi og Kjartan Johansen, ið spælir hondbólt í Noregi vóru gestir í SportBoxini á FM1

Teir eru báðir strandingar, og hava verið markantir spælarar hjá StÍF, og teir spæla hondbólt á høgum støði uttanlands.

 

Talan er um landsliðsspælararnar, Allan Norðberg sum spælir við KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini og Kjartan Johansen sum spælir við Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kjartan Johansen hevur áður spælt við Fyllingen Bergen í Noregi og Team Sydhavsøerne í Danmark.

 

Kjartan og Allan stórtrívast við at spæla hondbólt uttanlands, og teir halda seg verða í einari ógvuliga mennandi tilgongd. Teir vilja ráða øðrum hondbóltsspælarum at fara uttanlands at royna seg.

 

Seinnapartin í dag vitjaðu Kjartan Johansen og Allan Norðberg sendingina SportBoxina á FM1. Sjúrður H. Hoydal var vertur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.