Ein hondóltsdystur verður leiktur í bestu mansdeildini í kvøld.
Hetta verður tá vestmenningar koma til Havnar, har teir skulu leika móti H71, sum í løtuni liggur á næst niðasta plássinum.
Ikki er annað væntandi, enn at VÍF fer avstað við báðum stigunum, men hetta er eisini tvingandi neyðugt, um teir skulu halda fast í oddastøðuni í landskappingini.
Síðani endaspæliði byrjaði, hevur tað nevnliga ikki skorist so væl hjá teimum, men lítil ivi man vera um, at tvey stig verða sett inn á kontoina í kvøld.