Hondbóltur, menn: KÍF fer frá

KÍF vann 37-26 í høllini í Kollafirði. Hálvleikstøðan var 18-12 til heimaliðið. Hóast gestirnir úr Klaksvík stríddust væl, hevði KÍF lætt spæl í løtum. Jákup Trygvason, KÍF, var toppskjútti við 10 málum.

Neistin rann leingi aftaná í Vestmanna, men í seinna hálvleiki fóru gestirnir upp í ferð. Úrslitið var, at Neistin vann við trimum málum. VÍF hevði munin fyri steðgin, men greipuvinnararnir gjørdu bart eftir hvíldina. Neistin vann 31-28.

Kyndil og StÍF býttu stigini millum sín í høllini á Hálsi. Sæð burtur frá einu løtu í fyrra hálvleiki, tá Kyndil var á odda við fýra málum, togaðust liðini um leiðsluna allatíðina.

Bárður Johannesen, Kyndil, gekk fremst hjá heimaliðnum. Hann var toppskjútti við 10 málum. Marius Joensen, sum fekk sjey mál, skeyt flest mál fyri StÍF.

Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:

1. Neistin ? 27 stig

2. KÍF ? 19 stig

3. Kyndil ? 15 stig

4. VÍF ? 14 stig

5. H71 ? 12 stig *

6. StÍF ? 7 stig

7. Team Klaksvík - 0 stig *

* H71 og Team Klaksvík hava spælt 12 dystir. Hini liðini hava spælt 14 dystir.