Hondbólturin byrjar við einum braki

Leygardagin verða Rex stórsteypadystirnir, sum eru millum FM vinnararnar og steypavinnarar hjá kvinnum og monnum í hondbólti.

 

Stórsteypadystir eru sum regul eitt tekin um, at eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman. Soleiðis hevur ikki altíð verið við hondbóltinum, men á øðrum sinni hevur Rúni Djurhuus tikið stig til stórsteypatiltakið. Ein roynd var gjørd í fjør og tá leitaðu áleið 300 áskoðarar sær í Hoyvíkshøllina. Stórsteypadystirnir verða aftur í Hoyvíkshøllini í ár og fyrireikarnir vóna, at undirtøkan verður eins góð, um ikki betri, í ár.

 

Hjá monnum verður tað H71 sum FM vinnari, ið tekur ímóti Neistanum, sum vann steypakappingina. Hjá kvinnum verður dysturin millum Neistan, sum vann FM og Stjørnuni, ið vann steypakappingina.

 

Yvirskotið av dystinum ferð til menniskur í góðum tokki.

 

- Eg havi nú hoyrt um hesar raðusøgur í fleiri ár og hettar kann vónandi geva eina hjálpandi hond, sigur Rúni Djurhuus stigtakari av Rex steypinum.

 

Rex Stórsteypadystir, leygardagin 15/9 í Hoyvíkshøllini:

 

Kvinnur: Neistin – Stjørnan (15.00)

Menn: H71 – Neistin (17.00)