- Hondbóltur á høgum stigi

Um gott og væl eitt samdøgur byrjar EM-undankappingin fyri U17-kvinnulandslið í hondbólti, sum verður í Havn í morgin, leygardagin og sunnudagin.

Um gott og væl eitt samdøgur byrjar EM-undankappingin fyri U17-kvinnulandslið í hondbólti, sum verður í Havn í morgin, leygardagin og sunnudagin.

Føroysku U17-kvinnurnar eru í bólki saman við Russlandi, Tjekkia og Íslandi, og verða dystir hvønn dag klokkan 17 og 19, og teir verða allir spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Dystirnir hjá Føroyum eru allir kvølddystir, so tá ber til at síggja yngsta hondbóltslandsliðið hjá okkum royna seg í altjóða dystum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Kristian Johansen, formann í Hondbóltssambandi Føroya, sum gleðir seg til kappingina.