Hondbólturin ígongd 19. september

Hondbóltssambandið hevur boðað frá, nær farið verður undir kappingia hjá bestu mans- og kvinnuliðum í landinum

Í Hondbóltssambandinum hava tey nú lagt kappingarskipanina til rættis, og í morgin verður hon send feløgunum til hoyringar.

 

Tað er tó greitt, at fyrstu dystirnir í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum verður leygardagin 19. september.

 

Ein forsmakkur verður tó longu sunnudagin 13. september, tá dystirnir um Lionsbikarið verða spældir. Hetta eru dystirnir milum meistarar og steypavinnarar frá árinum fyri. Hjá kvinnum verða tað Neistin og Kyndil, sum spæla, meðan tað hjá monnum verða VÍF og Neistin, sum skulu dystast um steypið.