Hongdur út á forsíðu

Dimmalætting hevur eina grein um meg á forsíðuni í kvøld

Eg havi einki ímóti at verða á forsíðunum í bløðunum og verða brúktar til at selja bløð. Tað skal bara ikki verða fyri nakað, sum er ósatt.

Yvirskriftin í Dimmalætting er beinleiðis skeiv.

Felagið Kay Kay International er ikki farið á húsagang. Felagið hevur aðalfund í næstu viku, og har skal framtíðin hjá felagnum viðgerast.

Eg harmist um, at eg skal verða hongdur út á forsíðuni á Dimmu á hendan hátt.

Og annars verður nýggja árið skotið inn í Hollywood.