Honnugøta ella Hannugøta

Honnugøta ella Hannu­gøta. Tann trup­­ul­­leik­­an skal Tórs­havn­ar komm­una taka støðu til: Ein gøta á Argj­um skal eita Honnu­gøta.

Tað sigur í øllum før­um ment­a­mál­a­nevnd­in hjá Tórs­­havn­­ar komm­unu. Gøtu­navn­a­nevnd­in hevur skotið upp, at gøtan, sum er ein síðugøta til Argjavegin, skal kallast upp eftir Jóhonnu Margrethu Jo­en­s­en, sum fekk gøtuna í brúð­argávu í­ 1925.
Men trivn­aðarstjórin og ment­a­mál­a­leiðarin mæla tó til, at gøtan skal eita »Hann­u­gøta« heldur enn »Honn­u­gøta«. Men tað heldur ment­a­mál­a­­nevnin ikki.

Tað kann virka løgið at stríð­­ast um eitt »a« og eitt »o«. Men ver­u­leikin er tann, at á havn­ar­máli - ella »mið­­stað­­­a­r­­máli« - er hetta u-um­ljóð­ið, sum broyt­ir Hanna til Honnu, ikki kom­ið enn. Havn­­a­r­­fólk siga »hjá Hanne«. Og av tí, at eitt u ikki stend­ur í end­­a­­num, so kanna a'ið ikki broyt­­ast til eitt o. Tað er u-um­ljóð­ið, sum ger hesa broyting. Tí hevði rætta navnið at givið gøt­­uni ver­ið »Hann­u­gøta«. Tá hevði Tórs­­havn­­ar Býráð sýnt havn­ar­­di­­­a­­lekt­­ini re­­spekt, og hetta er enn­­tá góð­kent sam­bært orð­­­a­­bók­ini.

Trup­ul­leikin er kanska tann, at bara fýra av trettan bý­­­ráðs­­­lim­­­um eru úr Havn, telja vit argj­a­mannin og hoy­vík­­in­gin við, so verða tey seks. Tað er fram­vegis ikki ein meir­i­luti í Tórs­havn­ar Býráð.

-----

Tað bleiv »Hannugøta«
Av tí at býráðsfundurin í Havn varð hild­in áðr­­enn hetta blað fór til prent­ing­­ar, sendu vit øllum bý­ráðs­­lim­­um grei­n­ina. Og borg­ar­stjór­in mælti til, at gøtan skal eita Hann­u­gøta - á góðum havn­ar­máli, og hetta varð sam­tykt við 7 atkvøðum fyri og 3 í­móti - so havn­ar­mál­ið vann á bygd­a­mál­i­num!