Hópurin til EfB Spar Nord Elite Cup úttikin

Áki Johansen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 14. til 19. oktober skal til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg

Nakrir spennandi og væntandi mennandi dagar standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 14. til 19. oktober skal taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Kappingin verður skipað sum ein menningarkapping, og eru tað fyri tað mesta lið úr Danmark, Svøríki og Týsklandi, ið luttaka. Síðan hálvan august hevur føroyska U15-landsliðið vant miðvíst til kappingina í Esbjerg, og nú er greitt, hvørjir teir 18 spælararnir eru, ið Áki Johansen, venjari, hevur úttikið.

 

Hópurin:

 

Torkil Árni G. Poulsen, B36

 

Sebastian Gullfoss, B36

 

Bogi J. Christiansen, B36

 

Dánjal Mørkøre, HB

 

Jákup Egholm, HB

 

Bogi á Reynatrøð, Víkingur

 

Jacob Bacalso, Víkingur

 

Jákup Henriksen, 07 Vestur

 

Jónas Nordendal, 07 Vestur

 

Jógvan á Lakjuni, ÍF

 

Torkil S. Debes Dahl, EB/Streymur

 

Mattias Dahl Djurhuus, TB/FCS/Royn

 

Torkil Skála, AB/B71

 

Elias á Lofti Gren, AB/B71

 

Aron Benjaminsen, Skála

 

Pauli Rasmussen, Skála

 

Josva Y. Signarsson, Skála

 

Sjúrður Saltá, B68

 

Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum vera 3., 9. og 10. oktober. Skráin fyri EfB Spar Nord Elite Cup 2021 er ikki endaliga klár enn, men føroyska liðið kemur væntandi at spæla í alt fimm dystir, ið verða á venjingarvøllunum, ið liggja kring leikvøllin hjá Esbjerg fB.