Hornkonsert á Glyvrum

Mikukvøldið verður konsert í fimleikahøllini á Glyvrum, har Nes Sóknar Musikkfelag og ein messing kvintett úr Havn, luttaka Kenneth Joensen, sum er venjari í báðum orkestrunum, fer at stjórna. Skráin hjá hornorkestrinum verður eins og hon, ið verður á Musikkstevnuni í ár, sum verður hildin í Trongisvági komandi vikuskifti. Millum annað verður spæld ein euphonium duett, My And My Shadows, sum Rebekka Hjørleifsdóttir og Anna Magnussen spæla saman við orkestrinum.

 

Konsertin í fimleikarhøllini á Glyvrum mikukvøldið byrjar klokkan 20.