Leygardagin var nógvur horntónleikur at hoyra í Grasagarði í Havn. Javni hevði landsstevnu og hevði í tí sambandi skipað fyri skrúðgongu av Bursatanga niðan í Grasagarð, har landsstevnan varð sett.
Á odda fyri skrúðgonguni gingu ein reiðmaður og Havnar Hornorkestur. Hetta setur altíð ein serligan dám á eina skrúðgongu og stevnugestirnir vóru sera fegnir.
Tá skrúðgongan kom niðan í Grasagarð var enn meira horntónleikur, tí har stóðu teir norsku gestirnir frá Utsiktsbakkens Brassband til reiðar at tríva í.
Nær er ein
bústaður eitt heim
Men landsstevnan byrjaði av røttum við aðalfundinum, sum var fríggjakvøldið.
Sosialurin hevur fingið eitt prát við kassameistarin í Javna, Onnu Elisabeth Strøm.
? Tað er siður hjá Javna, at landsstevnan fær eitt heiti og í ár var heitið »Nær er ein bústaður eitt heim?«. Í tí sambandinum hevði nevndin biðið Elsbu Olsen, leiðara á pensjónsdeildini á Almannastovuni og Jónu Olsen, leiðara á Dáanum, um at halda fyrilestur um hesi evni.
Hvat tosaðu tær um?
? Tær tosaðu millum annað um, hvørji menningartarnað kunnu búgva saman. Skulu eitt nú multihandicappað og vælfungerandi búgva saman, ella skulu tey ikki. Málsetningurin hjá Javna er, at fyri hvørji trý vælfungerandi skal ein koyristólsbrúkari verða.
Tosað hevur verið nógv um spurningin, nær er ein bústaður eitt heim. Hvørjar treytir seta vit sjálvi áðrenn vit kalla bústað okkara fyri eitt heim.
Hesin spurningur er eisini galdandi fyri menningartarna, men tey hava ikki so lætt við at koma fram við teirra sjónarmiðum og tí tekur Javni tey upp til viðgerar.
Minst 50
fermetrar til hvønn
Tá » vanlig« fólk gera upp hvussu tey búgva, so er greitt at vit vilja hava rúm, har vit kunnu vera fyri okkum sjálvi og hetta krav heldur Javni eisini skal verða galdandi fyri menningartarnaðu brúkararnar í samfelagnum við.
? Javni heldur, at hvør brúkari skal hava 50 fermetrar har viðkomandi kann verða fyri seg sjálvan, fyri at hann kann kalla tað fyri eitt heim. Hartil kunnu koma felagsøki og líknandi, sigur Anna Elisabeth Strøm.
? Hesin møguleiki er ikki til staðar í Føroyum í løtuni, men í hinum norðanlondunum eru tey farin at hugsa tann vegin. Tað ljóðar kanska sum tað kostar eina rúgvu av pengum, men tað er ikki so vist hóast alt, sigur hon.
Anna Elisabeth Strøm heldur, at tað er ein spurningur um vilja heldur enn pengar.
? Ein tílíkur »modernaður« formur fyri sambýli ger tað møguligt at spara pengar tí nógv menningartarnað búgva heima og hava hjálp hvør sær hvønn tann einasta dag. Men tað er væl møguligt at nógv kundi verið spart í hesi hjálp á henda hátt.
Nýggja nevnd men ongan formann
Nevndarval var eisini á skránni. Jórun Dánialsdóttir, sum var næstformaður, og Samly Reinert, sum var eykalimur tóku ikki við afturvalið.
Í teirra stað vóru Jóan Pauli Poulsen og Leivur Mikkelsen valdir.
Nevndin er tó ikki fullmannað enn tí á fundinum boðaði formaðurin í felagnum, Kristina Mortensen frá, at hon av persónligum ávum var noydd at leggja frá sær.
Tað var ikki møguligt at finna ein nýggjan formann á aðalfundinum og tá formaðurin verður valdur beinleiðis verður kallað inn til eykaaðalfundar við tí endamálið at velja nýggjan formann.
Burtursæð frá formanninum skipar nevndin seg sjálv, men um hetta verður gjørt áðrenn formaðurin er valdur er ikki greitt í løtuni.
Í løtuni sær nevndin soleiðis út: Jóan Pauli Poulsen, Anna Elisabeth Strøm, Jóna Dahl og Leivur Mikkelsen.
Skrúðgonga og horntónleikur
Klokkan 10 fyrrapartin leygardagin fór skrúðgonga av Bursatanga niðan í Grasagarð, har Katrin Dahl setti landsstevnuna.
Ein reiðmaður frá Havnar Ríðingarfelag og Havnar Hornorkestur settu sín dám á skrúðgonguna og í Grasagarði tók Utsiktsbakkens Brassband við har hini høvdu slept.
? Orkestrið, sum er mannað við menningartarnaðum burturav, spældi sera væl, sigur Anna Elisabeth Strøm.
? Tað var sera hugaligt at hoyra tey spæla.
Í Grasagarði hevði Emma Vágoy frá Frítíðarklubbanum orðið. Hon segði millum annað at hon var ógvuliga glað fyri landsstevnuna og fyri norsku vitjanina. Eisini segði hon, at hon vónaði at tað skjótt fór at gerast møguligt hjá føroyskum menningartarnaðum at spæla horn.
? Tað var sera hugaligt í Grasagarði, men eg eri eitt sindur vónsvikin av at Sjónvarpið ikki hevði stundir at taka myndir, eitt nú av norsku gestunum, tí tað var serstakliga hugaligt at hoyra tey, sigur Anna Elisabeth Strøm.
Veitslan
Leygarkvøldið var so veitsla í Ítróttarhøllin á Hálsi.
Her skipaði Rasmus Magnussen fyri undirhaldinum og spældi eisini til dans saman við vinmonnum sínum.
? Tað var sera hugnaligt, sigur Anna Elisabeth Strøm.
Tá nú norskir gestir vóru á vitjan, fóru veitslugestirnir upp á gólv fyri at vísa norðmonnum hvussu tað sær út.
Norsku gestirnir høvdu stóra gávu við til Føroya. Ljóðføri fyri umleið 100 túsund krónur skuldu latast Musikkskúlanum, so hann kann fara undir at læra menningartarnað her heima at spæla horntónleik.
Hesa gávu handaði Ole Bakke, leiðari hjá Utsiktsbakkens Brassband, Napoleon Nólsoy frá Musikkskúlanum.
Veitslan endaði um midnáttina og Anna Elisabeth Strøm sigur, at tá fóru fólk væl nøgd til hús.