Myndugleikarnir í Eysturríki eru givnir at leita eftir tí 67 ára gamla týskaranum Simon Helmut. Í síðstu viku fór hann á fjøllini og skuldi koma aftur fýra dagar seinni, men tá hann ikki var komin sunnudagin, vórðu bjargingarlið send at leita. Tey funnu hann ikki, og mánakvøldið góvust bjargingarmenninir at leita.
Simon Helmut og kona hansara, Erika, gjørdust heimskend í 1991, tá tey av tilvild komu fram á eina sera væl varðveitta mumiu frá bronzuøldini. Tey funnu hana í fjøllunum í Suður-Tyrol tætt við markið ímillum Eysturríki og Italia. Seinni fóru tey bæði londini at stríðast um, hvør átti mumiuna. Í seks ár var hon á einum savni í Eysturríki, men í 1997 bleiv hon flutt til Italia.
Mumian er 5300 ára gomul og hevur givið granskarum fleiri týðandi upplýsingar um lívið í bronzuøldini, skrivar VG.