Hóast flogfør, tyrlur og skip úr fleiri londum hava leitað víða eftir malaysiska flogfarinum, sum hvarv í gjárkvøldið á veg úr Kuala Lumpur til Bejing, hava tey ikki funnið nakað. Flogfarið var uppi yvir Suðurkinesiska Havinum, tá tað hvarv av radaranum, og tí verður hildið fyri vist, at tað er dottið í havið.
239 fólk vóru í flogfarinum, sum var av slagnum Boeing 777, og sum Malaysian Airlines átti. Tey flestu ferðafólkini vóru úr Kina.
Vietnamesisku myndugleikarnir boðaðu seinnapartin frá, at eitt av teirra flogførum hevði sæð olju á sjónum, men enn er ikki greitt, um oljan hevur nakað samband við tað malaysiska flogfarið.
Serfrøðingar undrast á tilburðin. Fyrrverandi ferðslustjórin í Kastrup, Hans Christian Stiggaard, sigur við DR, at Boeing 777-flogførini bera orð fyri at vera sera trygg. Hann leggur afturat, at veðrið var gott á leiðini, har flogfarið hvarv, og at hendingin er ein stót gáta.
Hans Christian Stiggaard sigur, at hóast leitingin eftir tí horvna flogfarinum er sera umfatandi, kann tað taka drúgva tíð at finna nakað.
-Trupulleikin er, at hevur flogfarið rakt vatnskorpuna við nógvari ferð, eru vrakpettini slongd út um eitt sera stórt øki. So vit mugu bíða eftir, at onkur finnur vrakpetti ella ein bjargingarbát, sum hevur neyðsendara, sigur fyrrverandi ferðslustjórin í Kastrup við danska kringvarpið.