Hot or not á Fólkatingi

Heimurin hitnar. Heimsins leiðarar hava gjørt umhvørvi til heitastu politisku felagssak. Vit skulu vísa, at vit bæði kunnu og vilja taka okkara ábyrgd at steðga veðurlagsbroytingunum. Hetta skal fólkatingssessurin nýtast til, tí øll heimsins eygu verða vend ímóti Keypmannahavn í 2009

Tá verður Danmark vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnu, har avloysarin hjá Koyto-sáttmálanum væntandi verður undirskrivaður – ein uttan iva munandi skarpari lútur enn Kyoto. Heimsins toppleiðarar fara at streyma til hesa veðurlagsráðstevnu, tí einhvør politikarar við bara einum minstamarki fyri viti og skili, tekur í dag CO2-hóttanina í størsta álvara.

 

Vilja til ábyrgd

Okkara fólkatingsumboð skal slóða fyri, at vit verða sjónlig á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Vit skulu vísa á okkara hollu royndir innan havgransking. Vit skulu vísa á, at Føroyar eru sera væl egnaðar til orkusparandi og reinari-orku verkætlanir. Vit skulu vísa á, at nýggja føroyska landsstýrið hevur umhvørvi sum eitt hjartamál og slóðar fyri, millum annað við at øll almenn nýbyggjarí nýta reina orku.

 

Føroyska vinnan hevur langt síðani yvirhálað politisku skipanina og rópar eftir møguleikum at spara og nýta reinari orku. Vinnan vil taka ábyrgd. Tú og eg vilja taka ábyrgd. Higartil hevur haltað at fáa ráðandi politikarar við á liðið.