Beinta, sum er útbúgvin tænari á Hotel Føroyum, arbeiddi aftaná á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, har hon millum annað var við til at menna brasseríið.
Í 2009 setti Beinta, saman við mammu síni Lis Eklund, Kaffihúsið á stovn. Har starvaðist hon sum dagligur leiðari, til hon og mamman keyptu gomlu kommandørhúsini Yviri við Strond við tí fyri eyga at innrætta tey til hotel. Hotellið lat upp í apríl 2018, og síðani hevur Beinta verið dagligi leiðarin.
Eftir 12 árum sum leiðari í familjufyritøkuni hevur Beinta hug at royna okkurt annað og hevur tí valt at lata leiðarastarvið frá sær. Eigarar og nevnd halda fram sum áður.
Jenny, sum tekur við starvinum, hevur drúgvar royndir frá hotel- og tænastuvinnuni. Hon hevur síðani 1996 starvast á Hotel Hafnia, Hilton Copenhagen Airport, Hotel Føroyum - sum Event Manager, og seinastu 5 árini sum leiðari á Hotel Tórshavn, hvonn, Hotel Vágum og eta hjá Gist&Vist-samtakinum.
Í sambandi við leiðaraskiftið verður móttøka á Havgrím Seaside Hotel 1948, Yviri við Strond 14, mánadagin, 5. juli millum klokkan 15-17. Tá er møguleiki hjá øllum at síggja hotellið og heilsa uppá farandi og komandi leiðara.