Vágar:Tað fer at kosta Hotel Vágum einar tvær milliónir krónur í umsetningsmissi, at Maersk Air hevur sagt upp avtaluna við hotellið um matgerð til flogførini, sigur leiðarin á Hotel Vágum, Kári Hentze.
Maersk Air hevur gjørt av, at øll matgerð til flogførini hjá felagnum skal gerast í Kastrup og tískil eisini latast umborð har. Felagið hevur eisini innført eina nýggja skipan, sum ger, at ferðafólk um internetið kunnu bíleggja tað, tey vilja hava at eta umborð.
Men tað ger so, at tey, sum fyrr hava latið flogførunum hjá Maersk Air proviant, ikki sleppa at gera tað í framtíðini. Og ein av hesum veitarum hevur verið Hotel Vágar. Men frá 1. juli er tað samstarvið hildið uppat, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum.
At eingin matgerð verður til Maersk Air flogførini í framtíðini, fer at merkja, at Hotel Vágar missir ein umsetning upp á einar tvær milliónir krónur, sigur Kári Hentze. Og eisini eini fýra - fimm ársverk hvørva av hotellinum, sigur leiðarin. Umframt koma so tær 200.000,- til 300.000,- krónurnar, sum føroyskar heilsølur missa, tí eingin vøra til tilgerð av provianti verður keypt haðani frá, vísir hann á.
Kári Hentze sigur, at Hotel Vágar í síni tíð í grundini varð bygt sum eitt samstarv millum Flogfelag Føroya og Maersk Air. Soleiðis at skilja, at tað var Flogfelagið, sum bygdi hotellið, men við eini munnligari avtalu við Maersk Air sum grundarlag. Nú verður samstarvið sagt upp við 14 daga ávarðing, sigur Kári Hentze.
Provianterin, ella catering, sum tað á fakmáli verður nevnt, var einaferð høvuðsvirkið hjá Hotel Vágum. Men tað er ikki soleiðis meira, og tí fer hotellið heldur ikki á húsagang av hesum, sigur leiðarin.
?Men tað er greitt, at vit fara at merkja hetta væl, sigur hann. Hesi fýra - fimm fólkini skulu nú fáast í annað starv hjá hotellinum, og tað man nokk far at ganga. Vit mugu so satsa meira upp á matstovuna, sigur leiðarin á Hotel Vágum.
Hotellið hevur seinnu árini skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum, sum hevur drigið væl av fólki. Og serliga síðan Vágatunnilin lat upp, hevur hotellið verið væl vitjað.
Tiltøkini halda fram, sigur Kári Hentze. Millum annað fer Hotel Vágar í summar at skipa fyri Føroyakvøldum, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár. Men í ár hava tey vónir um enn betri undirtøku enn fyrr, tí nú er fasta sambandið undir Vestmannsundi veruleiki.