Hotellini hava góðar dagar

Talið á gistingarstovum blívur við at veksa

Tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5% fleiri enn í 2017, skrivar Hagstovan.

 

31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr Føroyum, 20% úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% úr øðrum londum í Evropa, og tey síðstu 8% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Evropa.

 

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við 52%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 18% færri.

 

Tølini frá Hagstovuni vísa, at flest vitjandi eru í juli og august. Tølini vísa eisini, at tað er í apríl, at dik kemur á ferðafólkastreyming og hann hæsir ikki av aftur fyrr enn í oktobur. Tó so, í mars í ár gistu væl fleiri ferðafólk á hotellum enn undanfarin ár.

 

Tølini vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.