Hoydal vil savna andstøðuna

– Sum politiska landslagið sær út í løtuni er besta alternativið, at verandi andstøðuflokkar finna saman, sigur Høgni Hoydal, sum í dag legði fram dagførd stevnumið

– Sum politiska landslagið sær út í løtuni er besta alternativið, at verandi andstøðuflokkar finna saman, sigur Høgni Hoydal, sum í dag legði fram dagførd stevnumið

 

Burtursæð frá einum stuttum skifti í 2008, tá flokkurin var í samgongu við Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum, hevur Tjóðveldi sitið í andstøðu síðani 2003.

 

Síðstu árini í andstøðu hevur flokkurin millum annað brúkt til at endurskoða síni stevnumið. Fleiri enn 100 fólk í Tjóðveldi hava síðstu tvey árini arbeitt við at orða ein dagførdan politikk, sum bæði er trúfastur móti stevnu floksins frá 1948 og samstundis hevur ítøkilig boð uppá dagsins politikk.

 

Úrslitið er ein bóklingur á 60 síður, sum út í æsir lýsir stevnumið floksins. Við hesum stevnumiðum metir flokkurin seg vera brynjaðan til eitt komandi valstríð.

 

Formaður floksins hevur tó ilt við frammanundan at siga, hvørjum Tjóðveldi ætlar at gjøgnumføra politikkin saman við. Men besta boðið er, at verandi andstøðuflokkar finna saman.

 

– Sum politiska landslagið sær út í løtuni er besta alternativið, at verandi andstøðuflokkar finna saman, sigur Høgni Hoydal.

 

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin hava í dag 13 tinglimir tilsamans. Sambært Høgna Hoydal hava flokkarnir víst í verki, at teir duga at samstarva.

 

Samstundis sum formaður floksins metir eina fýraflokkasamgongu millum vernandi andstøðuflokkar vera besta alternativ til sitandi samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, so sigur Tjóðveldi seg vilja arbeiða fyri teimum breiðu semjunum í stóru málunum.

 

– Tað veri seg grundlógararbeiðið ella fiskivinnupolitikkin. Sum heild vilja vit leggja dent á at fáa føroyskan politikk á eitt heilt annað støði, sigur Høgni Hoydal.

 

Formaðurin í Tjóðveldi ásannar, at skal flokkurin í samgongu, so verður neyðugt at gera politiskar semjur og kompromis.

 

–Tað má í minsta lagi vera greitt fyri fólki, hvat flokkarnir standa fyri, og at teir ikki ganga ímóti sínum egnu stevnumiðum. Við hesum bóklinginum fáa fólk greitt at vita, hvat Tjóðveldi stendur fyri. Vit vita væl, at í samgonu fáa vit ikki alt ígjøgnum, men vit fara so ikki at ganga ímóti tí, ið flokkurin stendur fyri, sigur Høgni Hoydal.

 

Les eisini: Fullveldi aftur á breddan