Mánadagin 19. mars kl 18 verður sera forkunnug konsert hildin heima hjá Sædis Eilifdóttir í Syðrugøtu. Talan er um eina HOYMAbit konsert har Eivør Pálsdóttir, Ivar Bjørnson og Einar Selvik fara at framføra. Umframt tónleik, er eisini høvi at smakka heimagjørdar brellbitar av føroyskum rávørum.
Einar Selvik og Ivar Bjørnson, eru upprunaliga kendir úr norska svartmálmsumhvørvinum (M.a. frá bólkunum Gorgoroth og Enslaved). Teir báðir hava seinastu árini kavað meira niður í tann meira forna og siðsøguliga norska tónleikin og vunnið sær stóra virðing. Teir hava m.a. skapt verkætlanina Nordvegen og saman við Eivør verður leitað aftur til norsku sjófaraslóðina, tónleikin og siðsøguna, ið hoyrir til. Sí annars: Nordvegen, the shipping route from which Norway got its name.
Á konsertini koma vit hoyra Eivør framføra tilfar hjá sær sjálvum, umframt at Einari og Ivar framføra egið tilfar. Vit fáa innlit í nýggj og elligomul løg og ljóðføri, og eina serstaka tónlistarliga søguforteljing, ið peikar ímóti okkara uppruna, hvørji vit eru og hvagan vit koma.
Seld vera einans 40 atgongumerki og tey eru sett til sølu á nethandlinum hjá G! Festival www.gfestival.fo/products
HOYMAbit er ein nýggj røð av tiltøkum, sum fyriskipararnir av HOYMA og G! Festivalinum standa fyri. HOYMAbit fer fram heima hjá privatfólki við framførsum frá ymiskum av fremstu føroysku tónlistarfólkunum. Sum fastur partur av tiltakøkunum eru eisini smakkiroyndir av heimagjørdum føroyskum mati. Meira fæst at vita um HOYMAbit á www.facebook.com/hoymabit