TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hæddarpunktini frá ógloymandi steypafinaluni millum B36 og HB, ið B36 vann 7-6 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Tróndur Arge segði frá dystinum á FM1, og Teitur Joensen var ein hollur viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
B36 spældi níggju ímóti 11 monnum í 35 minuttir í vanligu og longdu leiktíðini, og tað ger sigurin eyka minniligan.
B36 - HB 2-2 (1-1) eftir longda leiktíð
0-1: Tróndur Jensen
1-1: Odmar Færø br
1-2: Adrian Justinussen
2-2: Hannes Agnarsson
Brotssparkskapping
2-3: Lasse Andersen
3-3: Odmar Færø
3-4: Magnus Egilsson
4-4: Alex Mellemgaard
4-4: John Frederiksen kiksar
5-4: Meinhard E. Olsen
5-5: Adrian Justinussen
6-5: Erlendur Magnusson
6-6: Dan í Soylu
7-6: Róaldur Jakobsen
3221 áskoðarar
HERber til at hoyra prát við mangar fegnar B36-arar, steypahandanina og samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Teiti Joensen. Tróndur og Petur Asbjørn Lervig gjørdu samrøðurnar.