Hoyrdi hvørki orð ella eið aftur

Vit vita ikki um tey gera tað liðugt, men er kravið, at vit skulu gevast at drepa grind, verður tað harvið, sigur borgarstjórin í Klaksvík

 

-  Eg havi einki hoyrt aftur. Og eg ætli mær einki at gera, fyrrenn eg hoyri aftur.

Tað eru nú fleiri mánaðir síðani, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Kaksvík, hoyrdi nakað úr Wick í Skotlandi, sum er vinabýur Klaksvík.

 

Fyri einum lítlum ári síðani, í august í fjør, hótti tey í Wick við at gevast vit ikki at drepa grind, kann vinabýarsamstarvið við Klaksvík, verða slitið.

 

Men í býráðnum í Klaksvík ristust tey ikki á hondini, tá ið tey gjørdu myndugleikunum í skotska vinabýnum púra greitt, at slíkar treytir vildu tey ikki hoyra um.

 

Hinvegin bjóðaði borgarstjórin í Klaksvík myndugleikunum í Wick á fund við tí endamáli at upplýsa tey um grindadráp, og so kundu teir taka endaliga støðu til vinabýarsamstarvið eftir ta kunningina.

 

Tey í Klaksvík gjørdu eisini skotum púra greitt, at tey fóru ikki at gevast at drepa grind fyri at varðveita vinabýarsamstarvið við Wick. So er kravið framvegis, at vit skulu gevast at drepa grind fyri at varðveita vinalagið, verður tað harvið og so má vinabýarsamstarvið heldur rúka.

 

- Tað stendur fullkomiliga til tey í WIck at gera av, um vinabýarsamstarvið skal halda fram, ella um tað slitnar, leggur hann afturat.

 

Men borgarstjórin í Klaksvík sigur, at síðani hevur tað verið sum í grøvini, og at tey hava ikki frætt eitt orð aftur úr Wick.

 

- Eg royndi at senda teldubrøv og at ringja, men eg eg hoyrdi ongantíð aftur, sigur hann.

Hann sigur, at tað einasta, hann hevur frætt, er, at hann fekk eitt skriv frá einum av býráðslimunum í Wick, sum biður um umbering fyri atfinningarnar úr Wick ímóti grindadrápi, tí hann viðurkennur, at tey vóru lopin framav.

 

Tað seinasta, vit annars vita úr Skotlandi, er, at í mars samtyktu tey at fáa fund í lag við Klaksvíkar býráð við tí endamáli at styrkja og menna samstarvið ímillum Wick og Klaksvík.

 

Men Jógvan Skorheim sigur, at hann hevur heldur einki frætt um hetta.

 

Samstundis væntar hann ikki, at hann fer at taka fleiri stig í málinum.

- Eg havi bjóðað mær til at hitta tey á fundi fyri at kunna tey um grindadráp. Tað tilboðið stendur við, so nú liggur alt í teirra hondum. Nú bíði eg bara til tey gera vart við seg, nær tað so verður - ella um tað verður, sigur hann.

 

Hinvegin ásannar hann eisini, at vinabýarsamstarvið ímillum Wick og Klaksvík, hevur verið ógvuliga deydligt í fleiri ár.

 

- Tá ið vit knýttu vinabond, var Wick útróðrarbýur, men tað er hann ikki longur, so samstarvið er mestsum fánað burtur í einki, sigur borgarstjórin.