Hoyrdu tit hvat Anfinn segði, fríggjadag í tinginum?

Áki Andreasen
_____

Eg havi fylgt gjølla við tí drúgva orðaskifti á fólkatingi í seinasta mánaði um donsku sambandslógirnar: Yvirtøkulógina og lógina um uttanríkispolitiskar heimildir.
Ein útskrift av øllum orðaskiftinum liggur á heimasíðuni hjá Fólkatinginum og á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum, og tað er ikki tespiligur lesnaður.
Tá Annfinn var fullveldisløgmaður.....
Einaferð var eg millum tey, ið hildu, at Anfinn Kallsberg tordi at standa ímóti sambandskreftunum í Føroyum og ímóti donsku stjórnini og at stríðast fyri tí sjálvsagda kravinum, at føroyska fólkið skal hava avgerandi orðið um alt, ið hevur við Føroyar at gera.
Men eg skilji nú, at eg havi verið so dyggiliga snýttur. Eg skilji nú eisini, hví fullveldissamgongan slitnaði. Tað hevði helst onki við nakað persónsstríð at gera. Heldur var tað tí, at Anfinn Kallsberg ongantíð hevur meint nakað sum helst við fullveldinum. Hann hevur bert spælt við, tá hann helt, at rákið lá tann vegin. Men so hevur hann kastað seg í sambandsleypin, tá hann helt tað vera lættast. Nú eisini við riddarakrossi, eg meini tað - guð viti um nakar fullveldismaður er eftir í Fólkaflokkinum...
Annfinn stakk fullveldisrørsluna í ryggin!!
Tað sum skelkaði meg mest í orðaskiftinum á fólkatingi, var ikki bara tað, at Anfinn Kallsberg var undirbrotligur og pínligur fyri Føroya land. Nei, tað var hetta, at hann beinleiðis stuðlaði donsku stjórnini, hvørja ferð hon var kroyst av spurningum og grundgevingum hjá Høgna Hoydal. Anfinn Kallsberg royndi støðugt at undirgrava sjónarmiðini hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum, við at fara eftir manninum heldur enn eftir bóltinum - og tí var tað ein heilt skeiv mynd, ið føroysku fjølmiðlarnir góvu av orðaskiftinum. Tað var onki skeldarí millum Høgna og Anfinn. Høgni helt røður og setti spurningar, sum Anfinn fyri fáum árum síðani hevði tikið undir við. Men Anfinn fór fleiri ferðir upp og royndi at sáa iva um trúvirðið hjá Høgna Hoydal og allari tí føroysku fullveldisrørsluni - og ikki fyrr enn langt eftir tað, svaraði Høgni uppá grovu álopini frá Anfinni Kallsberg.
Skjalfest prógv fella Annfinn Kalsberg
Eg skal vísa á prógv fyri hesum. Eftir at Høgni Hoydal hevði hildið eina greiða røðu til frama fyri føroyska fullveldisstríðið, varð hann álopin av umboðum fyri stjórnarflokkarnar í Danmark. Anfinn Kallsberg tók orðið í hesum kórinum og nevndi ikki eitt orð um føroyskt sjálvstýrisstríð ella rættindi hjá føroysku tjóðini. Ístaðin vóru fyrstu orðini hjá honum í orðaskiftinum hesi (orðarætt endurgivið):

"Ja, jeg må beklage, at jeg bliver nødt til at bruge lidt af den kostbare tid hos Folketinget i disse dage, men nu har vi hørt hr. Høgni Hoydal, og han fører det samme frem her fra talerstolen, som han har gjort i hele debatten, han har brugt hele sin taletid i Lagtinget, hans parti består af 8 medlemmer. Alle de 8 medlemmer har brugt hele deres tid, og de kan tale i 15 minutter hver i sådan en sag på Færøerne, både til første behandling, anden behandling og tredje behandling, og hr. Høgni Hoydal har også brugt sin taletid her i Folketinget ved første behandling, anden behandling og også tredje behandling, uden at der er noget som helst nyt, som er kommet frem.

Eftir hetta komu umboðini fyri donsku stjórnina og hennara stuðulsflokkar upp at takka Anfinni Kallsberg fyri síni orð, og tey frøddust um, at Anfinn hevði lagt eftir Høgna Hoydal.
Millum onnur kom framsøgumaðurin hjá Dansk Folkeparti, Søren Espersen, upp at takka Anfinni. Hann bað Anfinn hjálpa sær móti Høgna Hoydal, og Anfinn so gjørdi (orðarætt endurgivið):

(Kort bemærkning:)
Søren Espersen (DF):
(&) Jeg vil gerne bede hr. Kallsberg om at bekræfte, for det første at ingen har forsøgt at lukke munden på hr. Høgni Hoydal - sådan lyder det nærmest også, når man hører ham fra talerstolen - at han har fri taleret ligesom alle andre (&).
(Kort bemærkning:)
Anfinn Kallsberg (FF)
(&) Nej, jeg er sikker på, at alle her i Folketinget har opfattet, at der er ingen, der kan lukke munden på hr. Høgni Hoydal, og det er der ingen, som har forsøgt heller, og han er også ekspert på området, fordi det er hans fag (&).

Sostatt legði Anfinn Kallsberg upp til - og varð brúktur til eitt sonevnt "karaktermorð" á Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin.
Og tað var langt eftir hetta og eftir fleiri innlegg, at Høgni loksins svaraði Anfinni aftur.
Og hvussu langt úti Anfinn Kallsberg var, kom týðiliga til sjóndar, eftir at hann hevði hildið eina stutta røðu, har hann takkaði stjórnini og segði, at føroyingar vóru fegnir um hesar nýggju lógirnar. Tá fór sami Søren Espersen aftur á røðarapallin við eini viðmerking til Anfinn Kallberg. Hann takkaði honum so miriliga fyri røðuna og spurdi henda spurning, sum Anfinn svaraði:

(Kort bemærkning:)
Søren Espersen (DF):
(&) Bare et enkelt spørgsmål mere til hr. Kallsberg. Vil han bekræfte, med den lange erfaring han har, lange parlamentariske erfaring han har, at der er en umådelig stor imødekommenhed fra den danske regering og det danske Folketing i forhold til alt, hvad færingerne ønsker til fordel for Færøerne, og man i alle partier ønsker, at færingerne skal være glade for at være en del af rigsfællesskabet, at der er en åbenhed, og det har der været de sidste 30, 40, 50 år, i hvert fald så langt tilbage, som jeg har læst aviser. Vil hr. Kallsberg bekræfte det? (...)

(Kort bemærkning).
Anfinn Kallsberg (FF):
Ja, jeg må nok sige, at tingene har ændret sig lidt den seneste tid. (&).


Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum og oyrum, tá eg hoyri og lesi hetta! Anfinn kundi tað sama sagt, at "Vi færinger føler os fuldstændig som danske", sum sambandsmaðurin Oliver Effersøe segði í Landstinginum í farnu øld. Annfinn Kallsberg markeraði seg sum ein hin mest samdandssinnaða fólkatingsmannin sum føroyski veljarin hevur valt...spælir fullveldismaður í Føroyum, men krýpur fyri donsku stjórnini og donskum politikarum á danatingi.

Men at tað tíverri er rætt, kunnu øll síggja, um tey lesa endurgevingina frá orðaskiftinum á fólkatingi fríggjadagin 17. juni 2005. Á íslendska tjóðardegnum.

Ei undur í, at Høgni Hoydal, tá hann loksins svaraði Anfinn Kallsberg segði:

(Kort bemærkning:)
Høgni Hoydal (TF):
(&) efter jeg har hørt hr. Anfinn Kallsberg her i Folketinget under behandlingen af disse lovforslag, så må jeg sige, at begrebet underdanighed har fået en helt ny mening. (&)

Tí slíka undirbrotligheit og skomm skulu vit leita leingi eftir
Annfinn fullveldismaður.... - góðan morgun!!
Annfinn Kalsberg er ein sambandsrødd á danatingi, tað prógvaði viðgerðin til fulnar - maðurin sum var løgmaður - leiðari fyri fullveldissamgonguni stakk ikki bert allar føroyingar sum stuðla fullveldistilgongdini í ryggin, men gjørdi sær og øllum føroyingum so rudduliga fyri skommum.