Hoyrdu um Special Olympics

Eini hálvthundrað fólk møttu á kunnandi fundinum í Miðlahúsinum um vikuskiftið, tá ÍSB og Javni í felag kunnaðu um Special Olympics.

Á fundinum, sum var seinnapartin leygardagin, var greitt frá um Special Olympics. Fleiri greiddu frá tí, tey høvdu upp á hjarta, og meðan sjálvur fundurin var, lurtaðu áhoyrararnir eftir tí, sum kom fram. Men aftur við kaffimunninum aftaná gekk prátið lívligt, tí tey vóru mong, ið fegin vildu vita meira.

– Eg haldi, at fólk heldur vildu lurta og fáa so nógv við sum gjørligt, enn at seta spurningar, tí her var ikki beinleiðis lagt upp til orðaskifti. Kanska vit skuldu farið víðari kring landið upp á henda mátan at greitt nærri frá um Special Olympics, sigur ein av stigtakarunum til fundin, Tóra Øre Hansen, sum er venjari hjá menningartarnaðum í svimjing.

– Vit hava eisini bara fingið góðar afturmeldingar eftir fundin, og tær eru bæði komnar frá teimum, sum vistu eitt sindur um Special Olympics frammanundan, og frá teimum, ið kanska ikki vistu so nógv, áðrenn tey komu á fundin.

Sum sagt, so var hetta fyrst og fremst ein kunnandi fundur. Elna Skylv legði fyri við at greiða frá um Special Olympics, og síðani var vístur ein stuttur filmur um Special Olympics World Summer Games í Shanghai í 2007. Har var táverandi mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, til staðar, og hann greiddi frá, hvussu hann upplivdi ferðina og leikirnar.

Síðani tosaði Anette Olsen eitt sindur um, hvørjar upplivingar, hon hevur havt sum foreldur at íðkandi, og Unn Mortensen greiddi so frá, hvussu tað er at vera íðkandi. At enda tók Sonni Djurhuus samanum, áðrenn farið var til ein drekkamunn, samstundis sum ein myndasýning var.

– Special Olympics fevnir um breiddina og leggur dent á, at øll kunnu vera við. Tey, sum eru elitan, eru so í øðrum felag, sum í okkara føri er ÍSB. Hinvegin hava vit ofta sæð, at burtur úr breiddini er komin ein elita, sigur Tóra Øre Hansen.

– Endamálið er, at tað skal vera ein náttúrligur partur av ítrótti, at eisini fólk við breki kunnu vera við. Tí fegnast vit um, at hurðar støðugt lata seg upp, sum vit eitt nú hava sæð tað, nú Fótbóltssambandið eisini fer at skipa fyri fótbóltskappingum fyri fólk við breki. Hetta er bara eitt stig av mongum á leiðini.