Óhoyrt - ótrúligt

Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstyrismaður í mentamálum, heitir í Útvarpi Føroya í gjár, hósdagin 21. juni, á lesandi á Tekniska Skúlanum í Tórshavn um, at “boykotta” próvtøkuna

Eg gjørdist milt sagt skelkaður, tá løgtingslimurin fyri opnari mikrofon heitir á næmingarnar á Tekniska Skúlanum í Tórshavn um at “boykotta” endaligu próvtøkuna teir skulu upp til í dag.

 

Hin framhaldandi útbúgvingin á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, “Framleiðslutøkningar”, var eftir tógvið stríð, serliga við táverandi skúlamyndugleikarnar, har Høgni Hoydal sat sum landsstýrismaður í skúlamálum, sett í verk fyri fyrstu ferð í 2001.

 

Hesir næmingar hava eins og byggitøkningarnir nú, verið til endaliga próvtøku tríggjar ferðir, har próvdómarar hava verið úr Danmark.

 

Meðan Høgni Hoydal sat sum landstýrismaður og hevði hægstu ábyrgd fyri próvtøkunum hjá “Framleiðslutøkningunum”, fingu næmingarnir onga almenna áheitan frá Høgna Hoydal um at “boykotta” próvtøkurnar. - Hví?

 

Heldur ikki fekk Tekniski Skúlin í Tórshavn nakra áheitan frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni um at útvega føroyskar próvdómarar. - Hví?

 

Kann hugsast, at grundin var at Høgni Hoydal var landsstýrismaður í skúlamálum og visti, at hetta var hansara ábyrgd? Men hví so ikki taka ábyrgd? og hví nú koma við niðurgerandi illgitingum á leiðsluna á Tekniska Skúlanum í Tórshavn.

 

Greiða støðan hjá leiðsluni á Tekniska Skúlanum í Tórshavn um, at næmingarnir, so skjótt tað er gjørligt, eiga at fara upp til próvtøku, har teir tosa sítt móðursmál, er fyrr endurgivin í Dimmalætting.