Tað endaði 2-2, tá ið Oddbjørn Joensen og hansara menn í FC Hoyvík í høgættarkuldanum í kvøld vóru gestir í Klaksvík. KÍ var tvær ferðir á odda, men FC Hoyvík svaraði báðu ferðirnar aftur. Fyri gestirnar var tað smeitur, at verjuspælarin Tróndur Arge longu eftir eitt korter noyddist skaddur av vøllinum.
Mikudagin í næstu viku verður Aron Joensen 20 ár. Í dag gav hann sær sjálvum fyrstu føðingardagsgávuna, tá ið hann legði KÍ framum 1-0. Hetta var í fimta minutti, og tíggju minuttir undan steðginum javnaði FC Hoyvík til 1-1. Málskjútti var innskifti Villiam Emil Klein, sum eisini skoraði í fyrsta umfari. Hann var avloysarin hjá Tróndi Arge.
Bárður Hansen legði KÍ framum aftur, tá ið ein tími var farin, og fimm minuttir seinni javnaði Hugin Ferber til 2-2, sum varð úrslitið.
Í fyrsta umfari vann KÍ 2-0 á Argjum, og í triðja umfari skal KÍ spæla á útivølli ímóti B36.
Í fyrsta umfari tapti FC Hoyvík 3-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Í triðja umfari skal FC Hoyvík spæla á heimavølli ímóti B68.