Hoyvíkingar enn ósigraðir

Hoyvíkingar vunnu enn ein tættan dyst um vikuskiftið, tá teir tóku ímóti strandingum. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, men H71 tóktist tó vilja heldur meir enn StÍF henda dagin, og tí var sigurin eisini uppiborin

H71 fekk eina dreymabyrjan upp á nýggja kappingarárið fyri viku síðani, tá teir á útivølli vunnu ein uppibornan sigur yvir kollfirðingum. Sunnudagin skuldi unga H71-liðið so royna at halda fast í góðu gongdini, tá teir fingu vitjan av StÍF.

Strandingar fingu eisini eina sera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið, tá teir tóku ímóti Kyndli fyri viku síðani. StÍF vann dystin við 10 málum, og tí vóru tað tvey ósigrað lið, sum møttust í toppdystinum Hoyvíkshøllini sunnudagin.


Javnur fyrri hálvleikur

Tað vóru gestirnir av Skálafjørðinum, sum fingu betru byrjanina upp á dystin sunnudagin. StÍF legði nevniliga rættiliga væl fyri, og teir megnaðu at halda hoyvíkingum frá málinum fyrstu fimm minuttirnar av dystinum. Hesa løtuna skoraði StÍF eisini tvær ferðir, og tí vóru teir á odda frá byrjan av.

H71 hevur tó síðstu árini víst sera skjótt og gott spæl, og tað var ikki minst hesum at takka, at teir skjótt fingu strandingar aftur. Fleiri skjótálop, umframt okkurt væl spælt álop, førdu til, at H71 fekk seks skjót mál, so nú vóru tað brádliga teir, sum førdu 6-4 ímóti strandingum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, men so steðgaði upp hjá heimaliðnum.

Eftir støðuna 7-4 til H71 fekk StÍF rættiliga gongd á verjuna, og ikki minst á Marian í málinum. Næstu 10 minuttirnar hildu Marian og verjan H71 fullkomiliga burtur frá málinum. Í hinum endanum skoraði StÍF fimm ferðir í hinum endanum, so tá tað restaðu góir tveir minuttir av fyrra hálvleiki, førdi StÍF 9-7, og síðstu løtuna hevði spælið hjá teimum verið rættiliga gott.

Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk H71 tó aftur glið á, og síðstu góðu tveir minuttirnar skoraðu hoyvíkingar tríggjar ferðir, soleiðis at teir fóru til hálvleiks við eini 10-9 leiðslu.


H71 avgjørdi móti endanum

Í seinna hálvleiki var tað H71, sum byrjaði betur. Teir fingu tvey mál rættiliga tíðliga, soleiðis at munurin nú var trý mál í millum liðini. Strandingar góvust tó ikki soleiðis. Teir fingu eisini okkurt málið, og næstu løtuna skiftust liðini um at skjóta mál.

Tað tóktist tó allíkavæl sum um, at H71 hevði munin hesa løtuna, og teir tóktust eisini vera grammari á vøllinum. Hetta gjørdi eisni, at teir, tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, fyri fyrstu ferð í dystinum kundu leggja seg á odda við fýra málum.

Men so hendi júst tað sama sm í fyrra hálvleiki. Nú steðgaði aftur upp hjá H71, meðan StÍF byrjaði at spæla rættiliga væl. Hetta gjørdi, at StÍF við fýra málum á rað komu upp á javnleik, og nú var alt púra opið í Hoyvíkshøllini.

Næstu løtuna skiftust liðini um at skora, men tá góðir fimm minuttir vóru eftir, skoraði H71 aftur tvær ferðir á rað, soleiðis at teir brádliga vóru á odda við tveimum málum. Nú byrjaði hetta at líkjast einum sigri ti heimaliðið, og sjálvt um StÍf megnaði at minka um munin eina ferð, so avgjørdi H71 alt síðstu løtuna. Í síðsta minuttinum skoraðu teir til 23-20, og eftir hetta megnaði StÍF bert at pynta um úrslitið eina ferð afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 23-21.

Við sigrinum hevur H71 nú rættiliga víst, at tað eru nýggjar tíðir í føroyksum hondbólti. Liðið, sum síðstu árini hevur liðið í botninum, er nú brádliga oddalið saman við Neistanum, og serliga skjóta spælið hevur riggað sera væl hjá ungu hoyvíkingunum í ár.

Hjá strandingum var talan hinvegin um fyrsta tapi í ár, so teir eru bert tvey stig aftan fyri tey bæði oddaliðini.