Coca-Cola kappingin ? menn
Tað líktist mest av øllum einum avgreiðsluspurningi, tá hoyvíkingar í sínari fjórðingsfinalu vóru einasta fyrstudeildarliðið, sum fekk dyst móti einum liði úr næst bestu deildini.
Lutakastið staðfesti tá, at hoyvíkingar skuldu royna seg móti næstbestu neistamonnunum, og so mundu tey flestu halda, at H71 mest sum var komið í hálvfinaluna.
Eingin løtt uppgáva
Ikki tí. Hoyvíkingar høvdu í 1/8-finaluni alstórar trupulleikar av triðjudeildarliðnum hjá Kyndli, og onkur helt, at teir næst bestu hjá Neistanum mundu gerast ein enn størri biti, men hinvegin mundu hoyvíkingar eisini hava lært frá tí dystinum, at tað sjáldan loysir seg at undirmeta mótstøðuna. Ah hoyvíkingar máttu vera Halgir Dahl Olesen fyri uttan, eins og Neistin var sera væl mannað til dystin, átti at havt so stóra ávirkan, at ivi skuldi verða um úrslitið.
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at talan heldur ikki hesa ferð skuldi gerast um nakran »walk-over« hjá hoyvíkingunum. Neistamenn fóru hugagóðir undir møtumiklu uppgávuna, og tá H71 so ikki tóktist at vera serliga heilhjartaðir á vøllinum, var tað í stórum pørtum av fyrra hálvleiki Neistin, sum var við yvirlutan.
Vaknaðu ikki
Tann, sum hevði roknað við, at hoyvíkingarnir fóru at rakna við aftur eftir steðgin, fór púrasta skeivur. Teir sleptu ikki takinum á Neistanum, men hinvegin høvdu teir sera ilt við at prógva, at munur eigur at vera á fyrstu og aðru deild.
Hóast teir vunnu seg uppaftur, so svaraði Neistin aftur, og tað tóktist eina løtu sum um fyrrverandi neistaleikarin, Finnur Hansson, var hin einasti, sum veruliga vildi vinna dystin.
Átta minuttir fyri leiklok var Neistin soleiðis framvegis á odda, men loksins raknaðu hoyvíkingar við. Teir vunnu hesa seinastu løtuna 5-1, og kundu soleiðis draga andan nakað lættari, nú tað aftur var eydnast teimum at sníkja seg fram við einum liði, sum á pappírinum átti at verið nakað væl veikari.
Í hálvfinalunum fer hetta tó neyvan at ganga. Mótstøðan tá verður helst dyggari, enn næst- og triðbestu liðini hjá grannunum kunnu geva, men hinvegin er so heldur einki at ivast í, at hoyvíkingar til ta tíð fara at taka uppgávuna í størri álvara.
Dysturin í tølum
H71-Neistin II 29-27 (15-17):
Málskjúttar:
H71: Finnur Hansson 13(1), Bjarni Wardum 6, Olaf Vestergaard 3, Hallur Danielsen 3, Kristjan Petursson 3, Janus M. Joensen 1
Neistn II: Lars Meyer 9(2), Ragnar Stakksund 3, Finnur H. Petersen 3, Helgi Justinussen 3, Sofus Dal-Christiansen 2, Ári Rouch 2, Hans Laksá 2, Bogi Simonsen 2
Brotskøst: H71 2, Neistin 3
Útvísingar: H71 2, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum