Eirikur Lindenskov
Niðarliga í Hoyvíkini stendur gamli Hoyvíksgarður, nýbræddur við finskari tjøru. Fornminnissavnið hevur boðið til tíðindafund í góðveðrinum - og verður fundurin hildin í roykstovuni aftur við kaffi og smákøkum frá 20?unum.
Komin inn í roykstovuni eru vit farin 80 ár aftur í tíðina, tí gamli bóndagarðurin stendur nú, sum ein slíkur garður gjørdi í 1920?unum.
Hesin garður, sum er bygdur umleið 1810, skal verða karmur um útisavnið í Hoyvík, sum lat upp leygardagin.
Arbeiðið við at endurskapa Hoyvíksgarð byrjaði í 1993, og hevur verið arbeitt so hvørt, sum pengarnir hava verið til taks.
Alt arbeiðið er gjørt frá grundini - og á sama hátt, sum tað var gjørt í teirri tíðini. Og sum vera man, tá talan er um restaurering, so verður sum mest varðveitt av tí gamla tilfarinum. Um onkur syll hevur verið rotin ella fýretin í støðum, so er bert tann parturin skiftur út, og nýtt tilfar lúsað íaftur, eins og einstakar fjalar eru skiftar, um tað hevur verið neyðugt.
Munurin á restaurering og at gera av nýggjum er, at bert tann parturin av tilfarinum, sum er so vánaligur, at hann ikki kann brúkast, verður skiftur.
Stórur dentur er lagdur á, at sum minst skal síggjast av tí nýggja, og als ikki nýtímans hentleikar so sum el-innleggingar og miðstøðuhiti. Hitin er lagdur undir gólvið, so húsini verða upphitað uttan at farvegurin av rørum ella radiatorum er at síggja.
? Vit hava gjørt alt frá grundini. Øll arbeiðsgongdin er skrásett, so tað ber altíð til at venda aftur til onnur tíðarskeið, um tað einaferð verður ynskiligt, sigur Símun V. Arge, settur landsantikvarur.
Tey á Fornminnissavninum hava lagt stóran dent á at fáa húsið at síggja út innan, sum tað gjørdi í 20?unum. Har máling er nýtt, er málað við gamlari linoljumáling. Út frá gamla tapetinum, tey hava funnið í húsinum, er nýtt tapet prentað á serligum virki í Noreg. Nógv er gjørt burtur úr at finna lutir og búnyttur, sum brúktar vóru tá, og Osva Olsen, fólkalívsfrøðingur, sum er savnsvørður á Fornminnissavninum sigur, at fólk hava verið sera beinasom at lænt og givið teimum slíkar lutir - eisini lutir, sum hava hoyrt til húsið.
Umframt sjálvan bóndagarðin, so umfatar ætlanin eisini øll úthúsini, sum hoyra til garðin. Nøkur eru sett í stand og onnur verða sett í stand seinni. Símun V. Arge sigur, at tey eisini hava endurreist úthús, sum hava ligið sum toftir í mannaminni.
Hóast fleiri av úthúsunum hava verið niðurdottin langt fyri 1920, og tískil verða sett í stand til eitt eldri tíðarskeið, so verður hetta kortini gjørt fyri at vísa funktiónirnar, tey høvdu.
Men hví 1920, kunnu vit spyrja.
? Mourits Mohr, bóndi tók við festinum í 1912, og gamli bóndin, Poul Mohr, doyði í 1920, og gólv varð lagt á í roykstovuni umleið ár 1920, sigur Osva Olsen.
Hon sigur eisini, at vit í Føroyum eiga fleiri aðrar bóndagarðar, sum lýsa eldru tíðina.
Framsýningin er opin mán. til fr. frá klokkan 10-17 og í vikuskiftinum frá kl 14-17. Kostnaðurin er 30 krónur, men børn og skúlaflokkar hava ókeypis atgongd.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.