Framsøgufólk hjá øllum flokkum á Tingi taka undir við, at Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland verður tikin upp til viðgerðar við tí fyri eyga at endurskoða hann.
Framsókn hevur skotið upp, at landsstýrið skal lýsa, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt fyri føroyska búskapin og menningina av føroyska samfelagnum soleiðis, sum endamálið er við sáttmálanum. Frágreiðingin skal so vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti um sáttmálan, sigur Framsókn.
Framsøgufólkini vóru á einum máli um, at íslendingar hava fingið nógv meiri burtur úr sáttmálanum enn føroyingar. Tey vístu á, at tað hevur verið vónleyst hjá føroyskum virkjum og fyritøkum at sleppa inn á íslendska marknaðin, meðan íslendskar fyritøkur hava havt munandi lættari við at fáa fótafesti í Føroyum.
Uppskotsstillarin, Poul Michelsen, staðfesti, at Hoyvíkssáttmálin hevur ikki givið Føroyum tað, sum hann vit halda, at hann eigur at geva. Hann segði, at nógvar forðingar eru settar frá íslendskari síðu, og at javnvágin er ikki í lagi.
Uppskotið hjá Framsókn varð beint í uttanlandsnevndina.