Hoyvíkar skúli skal hava nýggjan skúlastjóra

Birgit Arge leggur frá sær í vár.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.

Tá prógvhandan verður í Hoyvíkar skúla í summar, verður tað ein nýggjur skúlastjóri, ið handar næmingunum teirra endaliga prógv.


Tað er greitt aftaná at núverandi skúlastjórin, Birgit Arge, hevur valt at leggja frá sær frá 1. apríl.


Í stuttari viðmerking við Miðlahúsið sigur Birgit Arge, at hon hevur aldurin at halda fram í starvinum, men hevur hug at royna okkurt nýtt nú. Lærararnir og Mentamálaráðið vórðu kunnaði um avgerðina áðrenn jól.


Birgit Arge hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla síðani 2003, tá Petur P. Dahl legði frá sær.


Hoyvíkar skúli er tann eldri av tveimum fólkaskúlum í Hoyvík. Skúlin varð vígdur í 1977, og varð í 1993 útbygdur í samband við stóran vøkstur í fólkatalinum.


Í hesum skúlaári ganga 350 næmingar í skúlanum og eru tey deild yvir 16 flokkar frá 1. til 9. flokk. 41 lærarar, 3 námsfrøðingar og 1 stuðul arbeiða til dagligt í skúlanum.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.

Birgit Arge. Mynd: Hoyvíkar skúli.